Í fyrradagin skrivaðu vit, at Heilsufrøðiliga Starvsstovna ávaraði ímóti einum slagi av góðgæti til hundar, nevniliga »Chrisco Tyggeruller med kylling«, tí fleiri fráboðanir eru um, at hundar hava fingið sálarligar trupulleikar aftaná at teir hava etið av tí.
Tá var tað onkur viðmerkjari sum segði, at var tað galið við einum ávísum góøgæti frá Christo, var tað nokk eisini galið við øðrum sløgum, so tey høvdu koyrt alt í skrell
Og rætt gjørdu tey, tí í dag vísir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, at í Christo eru tey givin at samstarva við ein útlendskan undirveitara. Men í hesum sambandi verða fleiri sløg av hunda-góðgæti frá Christo, afturkallað.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hetta er fyri at binda um heilan fingur ímeðan aðrar vørur frá sama undirveitara vera kannaðar.
Tað góðgæti, sum nú eisini verður afturkallað, eru:
Chrisco Tyggeruller med kylling, 10 stk.
Best fyri: Allar dagfestingar.
Chrisco Tyggeruller med kylling & kyllingelever, 100g
Síðstu nýtsludagur.
Sidste anvendelsesdatoer: 01-12-2025, 05-01-2026, 15-03-2026, 18-03-2026, 15-04-2026, 20-04-2026, 01-06-2026 og 15-07-2026
Chrisco Tyggeruller 18 stk. - hvide
Síðstu nýtsludagur:: 05-01-2027, 26-02-2027, 15-03-2027, 18-03-2027 og 24-03-2027
Chrisco Massive politistave, 2.stk. - brune
Síðstu nýtsludagur: 26-02-2027 og 15-04-2027
Chrisco Massive politistave, 2stk. - hvide
Síðstu nýtsludagur: 05-01-2027, 20-04-2027 og 01-06-2027
Chrisco Tyggerulle m. kylling & kyllingelever, 1stk
Síðstu nýtsludagur: 01-12-2025, 05-01-2026, 15-03-2026 og 18-08-2026
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum góðgætinum, eigur at koyra tað í skrell, ella fara aftur í handilin við teimum, haðani tað er keypt.
Sálarligur sjúkuteknini, hundar hava fingið, er brádlig og ring herðindi av spenningum ella krampum, herðindi við angist, umframt at teir fara at ýla og goyggja. Teir kunnu eisini fara at glepsa og verða ágangandi annars, og fara at sleva.
Hava tit hund sum hevur ein óvanligan atburð aftaná at hava etið hetta góðgæti, eru hyggjuráðini at seta seg í samband við djóralækna.