Ávara ímóti einum slagi av nudlum - kann elva til eitran

Fólk verða biðin um at koyra tað í skrell, ella at fara í handilin við tí

Áki Bertholdsen
12. juni 2024 kl. 14:00

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti trimum sløgum av nudlum, sum eru so sterkar, at tær kunnu elva til eitran.

Talan er Samyang Buldak 3 x Spicy & Hot Chicken, 2 x Spicy & Hot Chicken og Hot Chicken Stew.

Hesar nudlurnar hava verið at fáa í handlum í Føroyum, men tað eru eisini dømi um, at fólk keypa tær á internetinum.

Orsøkin til ávaringin er, at tað er ov nógv av evninum, totalcapsaicin, í nudlunum og tí kunnu fólk verða eitrað av at eta tær.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum nudlunum, eiga at koyra tær í skrell, ella at lata tær inn aftur í handilin, haðani tær eru keyptar. 

Ítøkiliga er talan um hesar nudlurnar

Samyang Buldak Hot Chicken Ramen 3x Spicy Nettovekt: 140 g.

Best fyri: Øll dato

 

Samyang Buldak Hot Chicken Ramen 2x Spicy

Nettovekt: 140 g.

Best fyri: Øll dato

 

Samyang Hot Chicken Flavor Ramen Stew type

Nettovekt: 140 g.

Best fyri: Øll dato 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hava børn hava etið sterkt chili uttan at vísa hava tekin uppá eitran, er eingin grund at stúra. Men vísa børn tekin um eitran beint eftir at hava etið afturkallaðu nudlurnar, eru ráðini at fara til lækna.

Donsku heilsumyndugleikarnir siga, at tað eru serliga børn, og vaksin, sum eru ússalig, sum eru í vanda. Tekin um eitran kann vera sviði, kvalmi, spýggja, ov høgt blóðtrýst og fólk verða illa fyri, sum heild.