Ávara ímóti einum slagi av kokusmjólk
Summi fólk kunnu verða sjúk av tí
Áki Bertholdsen
25. september 2024 kl. 10:46
Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar í dag ímóti einum slagi av kokusmjólk. Talan er um Coop Coconut Milk 400 ml. Talan er um blikk, sum eru best fyri 16.02.2026 og orsøkin er, at merkingin á blikkunum er skeiv.
Tað stendur nevniliga ikki á blikkunum at Sulfit er í mjólkini. Tað merkir, at fólk, sum ikki tola sulfit, kunnu verða sjúk av hesi mjólkini.
Tey, sum hava hesi blikkini inni, og sum ikki tola sulfit, eiga at koyra blikkini í skrell, ella at fara aftur í handilin vil teimum.