Ávara ímóti einum slagi av greyti til pinkubørn

Fleiri dømi eru um, at børnini fara at spýggjað eftir at hava sopið greytin

Áki Bertholdsen
12. juli 2024 kl. 10:50

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av greyti til pinkubørn. Talan er um »Woodland Wonders« greyti til pinkbørn.

Taðan er um hesar variantar av greytinum: Early Sunrise, Secret Forest, Happy Morning, Sunshine og Berry Nice

Greyturin er eisini seldur í Føroyum og orsøkin til ávaringina er, at fleiri dømi eru um, at pinkubørn eru farin at spyggja eftir at tey hava sopið greyt av hesum sløgum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum hava greyt av hesum sløgum, inn, eiga at fara aftur í handilin við honum, ella at koyra hann í skrell.