Ávara bilførarar um at tað er vatn á vegnum
Nú er koyrandi næstan allastaðni
Áki Bertholdsen
13. januar 2025 kl. 07:27
Tað var eitt sindur ruðuleikakent í gjár tí tað vóru so nógv áarlop nú tað bleiv lýggjari aftur og blot kom í kavan, samstundis sum at regnið oysti niður.
Fleiri vegir vórðu stongdir í gjár, men Landsverk sigur, at nú er tað bara á Selatraðarvegnum, at tað ikki er koyrandi.
Har fóru teir at grava nú klokkan sjey.
Men Landsverk ávarar framvegis um, at tað kann vera nakað av vatni á vegunum í morgun og tí heita tey á bilførarar um at vísa varsemi tá koyrt verður millum bygdir.