Ávara bilførarar sum koyra í Søldafjørði
Har er ein stórur hylur á vegnum og tað kann vera vandamikið
Áki Bertholdsen
23. oktober 2024 kl. 07:41
Tað hevur regnað illa og í Søldafjørði typtust kloakkirnar, so tær svølgdu ikki øllum vatninum. Avleiðingin er, at í eini lagd er ein stórur hylur á vegnum og har er so mikið av vatni, at hylurin er borð í borð á vegnum.
Løgreglan sigur, at tí krevst størsta varsemi tá ið koyrt verður har, tí tað er skjótt at bilarnir kunnu missa takið í vegnum.
Løgreglan sigur, at tey hava sent fólk á staðið at ávara bilførarar so at einki óhapp hendur.