Ávara aftur bilførarar í kvøld

Tað er nógv vatn á vegnum fleiri staðni

Áki Bertholdsen
15. januar 2025 kl. 00:34

Í kvøld hevur verið grimdarregn og Landsverk boðar frá, at av tí sama er tað stórur vandi fyri áarlopum og omanlopum í kvøld.

Tað er sera nógv vatn er á vegunum og bilførarar mugu vísa stórsta varsemi, tá ið koyrt verður eftir landsvegnum.

Landsverk sigur, at vatnið flýtur yvir um vegin frá Kaldbaksbotni og inn til Kaldbaksbygd. Heitt verður frá allari óneyðugari koyring á hesum vegastrekki í løtuni. 
– Sera nógv vatn rennur eftir vegnum í ovaraborði frá rundkoyringin í Kollafirði og Framm í dal í Kollafirði.
– Sera nógv vatn er á vegnum Inni í firði í Kollafriði
– Nógv vatn rennur tvørturum vegin við Magn støðina við Streymin
Eisini fleiri aðrastaðni er sera nógv vatn á vegnum tí at veitir, kloakkir og tvørrennir klára ikki at svølgja øllum regninum og tí verður alsamt meiri vatn á vegnum. 
– Heitt verður á allar bilførarar um at vísa størsta varsemi, tá ið koyrt verður á landsvegnum, sigur Landsverk.