“Av Skipanesi til Æðuvíkar” aftur á skránni

Nú verður skemtiliga tiltakið “Av Skipanesi til Æðuvíkar” aftur á skránni. Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at skipað verður fyri tiltakinum, sum verður í Løkshøll hóskvøldið

(Mynd: Hjalmar Johan Juul)
Tíðindaskriv
23. august 2022 kl. 13:29

– Tað snýr seg ikki um at vera stuttligur. Tað snýr seg um at hava tað stuttligt.

Hetta er slagorðið, sum tiltakið Av Skipanesi til Æðuvíkar skipar seg eftir. Tað skal vera stuttligt.

Talan er um eina spurnakapping, har støðið verður tikið í lokalumhvørvinum. Luttakararnir eru úr økinum av Skipanesi til Æðuvíkar. Fleiri teirra eru almennir og kendir, meðan aðrir eru ímyndir úr nærumhvørvinum. Felags fyri allar luttakararnar er tó, at teir eru djarvir og tora at standa á einum palli.

Spurningarnir eru í størstan mun um ymiskt, sum fyriferst í økinum. Fyriskipararnir hava lagt nógv fyri, fyri at gera tiltakið so væl úr hondum greitt sum gjørligt. Spurt verður m.a. um fyritøkur, ítrótt, gøtunøvn og árstøl. Eisini skal metast um røddir. At fyrireikararnir hava lagt nógv fyri sæst eisini við, at teir hava verið úti við dronu og gjørt upptøkur av støðum, sum gitast skal um.

Endamálið er sjálvandi at undirhalda, men tankin er samstundis at vekja lokalu tilvitskuna.

Umframt átta skipaðar spurningar, fáa liðini ein alternativan spurning. Tá skulu tey framføra eitthvørt skapandi, sum verður dømt eftir einum leisti, har hugt verður at kreativiteti, framførslu, undirhaldsvirði og huglagi.

Í hálvleikinum framføra lokalir tónleikarar.

Vertirnir, sum eisini eru millum fyriskipararnar, borga fyri góðsku. Jonhard H. Hansen og John Andersen kenna vit frá Vespureiðrinum. Tað eru annars fólk rundan um NSÍ, sum skipa fyri tiltakinum.

Samanumtikið eitt tiltak, sum er sum stoypt til bindiklubban, bygdafólkið, vinfólkini, parið og einstaklingin. Fyrsta umfarið verður í Løkshøll hóskvøldið 25. august klokkan 20.

Til ber at keypa atgongumerki á www.loksholl.fo