Aurora kemur á G!

Tú kennir hana kanska frá Frozen ella sum ein av stóru inspiratiónunum hjá Billie Eilish. Nú kemur hon at framføra á G!

Sigurjón Einarsson
18. juni 2021 kl. 09:41

Aurora Aksnes úr Stavanger, ella bara Aurora, hevur upp á stutta tíð fingið heilt nógvar fjepparar ella "warriors", sum hon sjálv nevnir tey, kring allan heimin. Nú kemur hon at framføra á Gøtusandi til G! Festivalin.

Tað boðar tónleikabókari Michael Antony Charles Johannesen frá í tíðindaskrivi í dag.

- Tað er ein stór gleði at kunngera Auroru á okkara tónleikaskrá fyri 2021. Eg eri vísur í, at við Auroru fáa vit júst tann magiska stemningin, sum G! Festivalurin rúmar so væl. Hon er ljós og allíkavæl myrk, ósek og tó mystisk. Tað, saman við hennara norðurlendska sorgblídni, er í veruleikanum eitt sindur tað, sum G! er, sigur Michael Antony Charles Johannesen.

Hóast fleiri nøvn hava avlýst sínar konsertir á G! Festivalinum í ár, so er tónleikabókarin glaður fyri, at til ber at hava ein festival í ár.

- Vit fyriskiparar eru sera glað fyri, at vit í Føroyum hava so gott tamarhald á støðuni, at vit sum nøkur av teimum einastu í verðini, sleppa at hava ein festival í ár, sigur Michael Antony Charles Johannesen.