Aung San Suu Kyi vil kanna, hví rohingyaminnilutin flýggjar

Leiðarin í Myanmar hevur hildið sína fyrstu røðu um støðuna, ið ST kallar etniska útreinsing

Turið Nolsøe
19. september 2017 kl. 10:28

Aung San Suu Kyi helt týsdag fyrrapart røðu í høvuðstaðnum, Naypyidaw, um støðuna hjá rohingyafólkinum, og ásannaði at landið er í stríðið. Hetta boðar The Guardian frá.

Í røðuni kom hon tó ikki ákærunum um brot á menniskjarættindini á møti, og segði seg ikki óttast atfinningar. Hon legði afturat, at stjórnin enn er í holt við at kannað hendingarnar í landspartinum Rakhine, har flestu rohingyafólkini búgva.

- Vit eru eisini stúrin. Vit vilja kanna hvørjir teir veruligu trupulleikarnir eru. Bæði ákærur og mótákærur eru komnar fram, og vit mugu lurta eftir øllum. Vit mugu tryggja okkum at hesar ákærur eru grundaðar á prógv, áðrenn vit fara til verka, segði Aung San Suu Kyi.

Amnesty International meinar at røðan vísur, hvussu leiðarin og stjórnin lata eyguni aftur fyri ræðuleikunum sum fara fram. Samstundis stendur røðan sum týðiligur mótsetningur til teir vitnisburðir, ið eru komnir úr Rakhine. Boða verður frá hernaðarálopum á sivil, píning og kynsligum harðskapi, meðan meira enn 200 bygdir í landspartinum eru niðurbrendar.

Heimsins leiðarir hittast í løtuni í ST, men Aung San Suu Kyi meldaði avboð stutt undan fundinum.