Nobelprísvinnari og stjórnarleiðari, Aung San Suu Kyi, er komin við fyrstu almennu viðmerkingini til støðuna hjá Rohingya-minnilutanum, síðan harðskapurin byrjaði aftur fyri tveimum vikum síðani. Hetta boðar BBC frá.
Í telefonsamrøðu við turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, sigur hon at “eitt ísfjall av villeiðandi upplýsingum” ávirkar Rohingya-krisuna, og tænir “yvirgangsfólkunum”. Aung San Suu Kyi hevur verið fyri sterkum atfinningum seinastu dagarnar, av tí at hon, sum ímynd fyri menniskjarættindabardagan, ikki hevur talað at hópdrápunum og burturtrokanina av Rohingya-minnilutanum í Myanmar.
Sambært henni verjir stjórnin allar íbúgvar í statinum Rakhine, har kreppan hevur tikið seg upp. Í samrøðuni legði hon afturat, at stjórnin berjist fyri, at “yvirgangur” ikki skal spreiða seg um alt Rakhine.
Nýggjastu tølini frá ST siga, sambært NRK, at meira enn 146.000 túsund Rohingya eru flýdd undan jagstranini í Myanmar til Bangladesh hesar seinastu tvær vikurnar.