Átta valevni kunnu loysa Boris Johnson av

Átta valevni, ið ynskja at gerast eftirmaður hjá Boris Johnson sum formaður í konservativa flokkinum og forsætisráðharri í Stórabretland, hava tryggja sær nóg mikið av undirtøku til at halda áfram í stríðnum at loysa Boris Johnson av

Kristian Waag Dam
13. juli 2022 kl. 10:25

Átta valevni, sum ynskja at gerast eftirmaður hjá Boris Johnson sum formaður í konservativa flokkinum og forsætisráðharri í Stórabretland, hava tryggja sær nóg mikið av undirtøku til at halda áfram í stríðnum at loysa Boris Johnson av.

Tey átta eru Rishi Sunak, Kemi Badenoch, Suella Braverman, Jeremy Hunt, Penny Mordaunt, Liz Truss, Tom Tugendhat og Nadhim Zahawi.

Í gjár varð kravt, at fyri sleppa víðari til atkvøðuumfarið í dag, skuldu valevnini hava 20 tilnevningar frá limum í konservativa flokkinum. Hetta megnaðu hasi átta. Í gjár valdu tríggir limir at trekkja seg, tá tað gjørdist greitt, at teir ikki fingu neyðugu tilnevningarnar.

Hasi átta valevnini luttakta til fyrsta atkvøðuumfarið, sum er í dag. Allir 358 konservativu tjóðartingslimirnir skulu í dag atkvøða um, hvønn teir vilja hava sum nýggjan formann. Tey valevnini, sum fáa í minsta lagi 30 atkvøður sleppa víðari til næsta umfar, og atkvøða tjóðartingslimirnir, til bert tvey valevni standa eftir. Endaligi avloysarin hjá Boris Johnson verður funnin tann 5. septembur.

Sambært bretska blaðnum The Guardian, vísur ein innanhýsiskanning í konservativa flokkinum, at tað verða fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak, og uttanríkisráðfrúan, Liz Truss, ið limirnir í flokkinum at enda skulu velja millum.