Sum tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum áður, er ein listi við kvinnum gjørdur til kommunuvalið í Sunda kommunu. Listin telur 8 kvinnur og stig var tikið til hendan listan fyri at betra um kvinnu umboðanina í kommununi.
Tað vanta vit fer at eydnast, tí kvinnuligu valevnini eru 2 ferðir fleiri til hettar valið enn til síðsta val, og tað eru líka nógvar kvinnur uppstillaðar sum menn.
Komandi tveir leygardagar far vit at vitja í øllum bygdunum í kommununi, so at veljararnir hava møguleika at koma at práta við okkum og fáa ein drekkamunn. Komandi leygardag fara vit til Gjáar, Norðskála, Oyrabakka, Oyrar og Hósvíkar, og leygardagin 2. novembur til Saksunar, Hvalvíkar, Streymnesar, Langasand, Haldarsvík og Tjørnuvík. Vit byrja kl. 12 og ferðast so úr bygd í bygd.
Vit á Kvinnulistanum ynskja at føra ein skynsaman kommunupolitikk, við breiðum samstarvi, sum er fyri eina samlaða kommunu. Kommunustýrið skal arbeiða fyri borgararnar virðiliga og sakliga.
Avgerðir kommunustýrisins skulu vera gjøgnumskygdar og hava sum meginendamál, at býta tilfeingi og møguleikar javnt millum borgararnar og ikki bara til nøkur ávís fá.
Øll kommunal fyrisiting skal vera í samsvari við galdandi lóggávu og skal fremjast við opinleika og borgarana besta fyri eyga.
Sunnukvøldið 10. november bjóða vit til valfund í Eydnuni.
Tær sum stilla upp eru:
Lena Dam, Norðskáli
Jóhanna Paula við Streym, Norðskáli
Thordis Dahl Hansen, Oyri
Ingibjørg Egholm, Hvalvík
Jensina Magnussen, Streymnes
Ebba Marianna Joensen, Streymnes
Asta Abrahamsen, Streymnes
Rakul Martinsdóttir Johansen, Norðskáli