Sjey fólk hava latið lív og fleiri aftrat hava fingið løstir, eftir at ein maður fór at skjóta frá hond í einari samkomu hjá Jehovas vitnum í týska býnum Hamburg.
Týska løgreglan sigur, at talan var um ein einstakan álopsmann, og at hildið verður, at hann hevur sjálvur latið lív, men framvegis er ógreitt, hví hann framdi atsóknina.
Tað er kortini greitt, at talan er um ein mann millum 30 og 40 ár, sum áður hevur verið partur av Jehovas vitnum.
Ofrini fyri atsóknini eru ikki eyðmerkt enn, og maðurin, ið løgreglan heldur vera skotmannin, lá millum tey deyðu í samkomuni.
Hildið verður, at atsóknin varð framd, meðan bíbliutími var í samkomuni seint í gjár um 21 tíðina.
Olaf Scholz, kanslari, kallar atsóknina fyri eina beistaliga harðskapsgerð.