Við lógvabrestum og sigursangum vóru føroysku landsliðsleikararnir sendir væl avstað til næsta útidystin, ið verður spældur komandi týskvøld í Luksemborg. Tað merktist á Tórsvølli, at heimasigurin á Litava kom væl við aftaná teir undanfarnu dystirnar ímóti ávikavist Turkalandi og Luksemborg.
Stutt aftaná sigurin á Tórvsølli byrjaði ferðin hjá føroyska landsliðnum til Luksemborg. Dimmalætting er við A-landsliðnum á landsliðsferð í Luksemborg eins og vit eisini vóru við í Turkalandi fyri góðari viku síðan. Dysturin ímóti Luksemborg er tann síðsti dysturin í Nations League-kappingini í hesum umfarið. Tveir dystir skulu spælast í septembur ímóti Litava og Turkalandi.
Aftaná ein strævnan dyst ímóti Litava og eina langa ferð til Luksemborg verður atlit tikið til tann føroyska hópin. Eftir ætlan skuldi føroyska liðið venja klokkan trý í dag, men soleiðis bleiv ikki. Teir leikarar, ið ikki komu á vøllin í gjár fóru til vanliga venjing klokkan trý, meðan hinir fóru at venja styrkivenjing í fitness.
Hóast Føroyar vunnu á Litava, so var ikki talan um ein lættan sigur. Tá fimm minuttir vóru leiktir legði Litava seg framum, av tí sama máttu føroyska liðið berja seg inn í dystin aftur og tað eydnaðist. Bæði hálvleiksstøðan og tann endaliga varð 2 - 1 til Føroyar.
Eins og dysturin hjá Føroyum ímóti Litava, so varð túrurin til Luksemborg ikki serliga lættur. Fyrst varð flogið úr Vágum til Frankfurt, har leiðin síðan gekk til Luksemborg við bussi. Áleið klokkan hálvgum trý um náttina, føroyska tíð, varð føroyska ferðalagi komið vegin fram til gistingarhúsið í Luksemborg.