Ongi úrslit

Atli Gevst í summar

Ársins leikari sigur, at tað er ringt at gevast, men nú leggur hann alla orku í nýggja leiklutin

Jonhard Hammer
14. februar 2025 kl. 11:28

Sum vit skrivaðu í áðni, verður tað veteranurin úr Gøtu, Atli Gregersen, sum skal vera hjálparvenjari hjá landsliðnum í fótbólti.

Dimma fekk orðið á nýggja hjálparvenjaran beint eftir tað var kunngjørt, at hann verður nýggjur hjálparvenjari.

Hann sigur, at avtalan við Fótbóltssambandið er, at hann spælir allar evropisku dystirnar, og so gevst hann at spæla við Víkingini og fer at hugsavna seg fult og heilt um leiklutin sum hjálparvenjari.

Upp á fyrispurningin um tað er ringt at gevast við Víkingi, sigur hann, at sjálvandi er tað ringt at gevast. Men hann hevur longu hildið longri enn teir flestu og hann sigur eisini, at nú er hann 42 ára gamalur - og fyrr ella seinni má mann gevast.

Hann sigur, at hann hevur verið serstakliga fegin um tíðina í Víkingini. Herfyri varð hann kosin ársins leikari, men hann ivast ikki í, at Víkingur fer at klára seg uttan hann, tí har eru nógvir góður, og ungir leikarar at taka av.

Men samstundis er hann fegin um nýggju avbjóðingina sum hjálparvenjari hjá landsliðnum og hann fer at leggja alla orku í tað arbeiðið fyri at fáa so góð úrslit sum gjørligt.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

14 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42