Atli er ársins spælari

At liðformaðurin hjá Víkingi varð valdur at vera ársins spælari var staðfesting av, at tað framvegis ber til hjá verjuspælara at vinna henda heiður

Jóannes Hansen
6. november 2024 kl. 22:38

Oftast eru tað framrættaðir spælarar, sum verða kosnir at vera ársins bestu. Soleiðis var tað ikki, tá ið spælarar í kvøld vórðu heiðraðir fyri avrik í farna fótbóltsári.

Ársins fótbóltsspælari hjá monnum er Árni Gregersen. Liðformaðurin hjá Víkingi er 42 ára gamal, og hann er miðverji og verjuálit við góðum eyga fyri við neyvum sendingum at leggja bóltin fram til teir fremri á vøllinum.

Hetta er fyrsta ferðin, at Atli Gregersen er kosin at vera ársins spælari.

-Hesum hevði eg ikki roknað við, og eg veitt satt at siga ikki, hvat eg skal siga, segði Atli Gregersen, men so fótaði hann sær:

-Nú eri eg eisini hjálparvenjari á landsliðnum, og tá ið tað eisini eru landsliðsspælarar, sum hava valt meg at fáa henda heiður, so er tað ivaleyst, tí teir billa sær inn, at tað so verður lættari at sleppa á liðið.

Atli Gregersen hevur spæl 452 landskappingardystir fyri Víking, 65 dystir í kappingini um løgmanssteypið, 33 dystir í Europa, átta stórsteypadystir og 59 landsdystir ella tilsaman 609 dystir á hægsta stigi.

Atlantic Airways gav heiðurin, og tað var Marius Davidsen, sum handaði steypið.