Atlantsflog setir nýtt ferðamál á skránna næsta summar
Flogið verður tvær ferðir um vikuna alt summrið
Áki Bertholdsen
5. desember 2023 kl. 12:30
Næsta ár fer Atlantsflog aftur at flúgva til London. Tað hava tey roynt áður, tá varð flogið til Stansted, sum er ein flogvøllur beint norðan fyri London.
Men næsta summar verður flogið til Gatwick, sum er ein flogvøllur beint sunnan fyri London.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tey fara at flúgva til Gatwick tvær ferðir um vikuna alt næsta summar, í juni, juli og í august.
Hon sigur, at í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar, sigur stjórin í Atlantsflogi.