Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2021 verður 26. september 2021

Ítróttarfelagið Bragdið hevur gjørt av, at Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður 26. september 2021. Renningin, sum skuldi verða 6. juni 2021, varð útsett vegna  koronastøðuna tá

Tíðindaskriv
16. juni 2021 kl. 11:20

Ítróttarfelagið Bragdið hevur gjørt av, at Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður 26. september 2021. Renningin, sum skuldi verða 6. juni 2021, var útsett orsaka av koronastøðuni.

Allir luttakarar, sum vóru tilmeldaðir til renningina 6. juni, fáa í boði at flyta tilmeldingina til 26. september. Møguleiki er eisini at fáa luttakaragjaldið endurgoldið.

Ítróttarfelagið Bragdið vónar sjálvsagt, at flest allir luttakarar velja at flyta tilmeldingina og taka lut í renningini í september.

Luttakarar, sum høvdu meldað til renningina 6. juni 2021, fáa teldupost við nærri kunning.

Tilmeldingin til renningina er latin upp aftur, og tað ber at melda seg til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 26. september 2021 her.