Atlantic Airways hækkar sín listastuðul

Listaflogstuðulin hækkar til 125.000 kr í ár

Tíðindaskriv
16. februar 2024 kl. 15:50

Eins og undanfarin ár letur Atlantic Airways aftur í ár stuðul gjøgnum stuðulsskipanina Listaflog. Listaflog verður latið listafólki, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Og í ár er gjørt av at hækka stuðulin við 25.000 kr. soleiðis, at hann nú verður 125.000 kr.

Hetta er sættu ferð, at Atlantic Airways letur Listaflogstuðulin. Listaflog varð sett á stovn í 2016 í sambandi við, at flogfør og tyrlur hjá Atlantic Airways fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum. Stuðulin varð ikki latin í 2020 og 2021.

- Nú eru longu átta ár síðani, vit settu stuðulsskipanina á stovn, og kostnaðarstøðið er hækkað nógv síðani tá, so tí hava vit gjørt av at hækka upphæddina, vit lata gjøgnum Listaflog. Áhugin fyri Listaflogi er stórur; í fjør fingu vit heili 25 umsóknir inn, sum fevndu um nógvar ymiskar listagreinar, og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Ein trímannanevnd ger av, hvør ella hvørji fáa stuðulin. Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Alda Joensen, umboð fyri almanna- og mentamálaráðið og Annika Larsen Black, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, sita í nevndini í ár.

Listaflog er áður latið Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen (2017), Heiðriki á Heygum (2018), Sunleifi Rasmussen, Gretu Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019), Kristinu Thede Johansen (2022) og Brimheim (2023).

Evsta mark at søkja stuðulin er sunnukvøldið 17. mars á miðnátt. Vanliga verður kunngjørt, hvør fær stuðulin á føðingardegnum hjá Atlantic Airways, 28. mars, men av tí, at dagurin fellur á skírhósdag í ár, verður avdúkað, hvør fær Listaflog í vikuni eftir páskir.