Royndirnar at fáa Donald Trump frá sum forseta í USA hava tikið ferð á seg. Demokratarnir arbeiða dúgliga fyri at fáa reist ríkisrættarmál móti forsetanum. Í minsta lagi 180 demokratar í Kongressini hava skrivað undir eini roynd at fáa reist ríkisrættarmál.
Heitt verður eisini á Donald Trump um sjálvur at leggja frá sær, um hann ikki ynskir at verða fyrsti amerikanski forsetin í søguni, sum tvær ferðir fær reist ríkisrættarmál móti sær. Fyrstu ferð var í desember 2019, tá hann varð ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt vald og fyri at hava forða fyri arbeiðinum hjá Kongressini.
Limir í demokratiska flokkinum siga, at meirilutin av teimum 222 demokratunum í Umboðsmannatinginum stuðla ætlanini at reisa enn eitt ríkisrættarmál móti forsetanum. Demokratarnir royna eisini at fáa loyvi hjá Rudy Guiliani, fyrrverandi borgarstjóra í New York og advokatur hjá Donaldi Trump, at praktisera lóg tikið frá honum. Rudy Guiliani mælti mótmælisfólkunum um at fylgja “rættarsak við bardaga”, áðrenn hesi marsjeraðu móti Capitol Hill mikudagin.
Demokratarnir siga seg ætla at halda øllum teimum, sum høvdu ein leiklut í hendingini mikudagin, til svars, skrivar The Guardian.
Trump er við at missa takið á sínum embæti. Ætlanin at stilla hann fyri ríkisrættarsak tekur dik á seg, republikanarar taka meir og meir frástøðu frá honum og Twitter hevur bannað honum av sínum sosiala miðili, sum hevur verið hansara sterkast vápn at fáa seg hoyrdan.