Atjuðveldi!

Essay

Høgni Mohr
17. apríl 2020 kl. 18:33

"Ein ósjónlig, lítil virus, covid-19, hevur órógvað allan heimin, sjálvt um hon er ósjónlig. Trygdin er at finna í Guds kærleika. At vit geva Jesusi gætur. At vit geva hvør øðrum gætur."
Jógvan Fríðriksson, biskupur

Í eini bretskari sketsj hjá "Heimsins vánaligastu vertum" (týtt úr danska heitinum "Verdens værste værter") avhoyrir heryvirmaðurin (Griff Rhys Jones) ein flogskipara (Mel Smith).
      Avhoyringin snýr seg um ein gátuføran flogdøtt. Mel greiðir frá, at undir eini rutinuflúgving í 5.000 fóta hædd sloknaði alt; motorar, oljutrýstskipanir og radio. Til alla lukku eydnaðist tað Mel og makkaranum at neyðlenda á einum hálum ísflaka: "It was a bit hairy, sir," viðgongur Mel.
      Tíverri hvarv stýrimaðurin. Hinvegin var tað eitt satt undur, at Mel kom afturíaftur. Hann hevði nevniliga verið saknaður misteinkiliga leingi. Griff spyr tráliga, hvussu Mel hevur yvirlivað á ísinum uttan vátt ella turt í 58 dagar. Meginorsøkin til forvitnið er, at menn funnu eina væl piðjaða beinagrind í nánd av vanlukkustaðnum. Griff táttar forhoyrið og spyr eftir stýrimanninum:
      "Where is Henderson?"
      Men Mel vil ikki geva seg; hann hevur fanin ikki etið nakran stýrimann!:
      "I didn't think about food, sir! Survival was all that mattered!"

Pilotlogikkurin hjá Mel Smith, legendariskum skemtara og filmsleikstjóra, sum nú eisini er deyður, er at líkna við kaotiska koronulogikkin, sum fólk eru farin at hella seg at: Vit vilja yvirliva fyri ein og hvønn prís, sjálvt um tað skal kosta okkum sjálvt lívið.

"Vit biðja teg: Lat náðiljós títt hvíla yvir teimum, sum eru vorðin sjúk av hesi alheims farsótt, teimum, sum eru í vanda fyri at verða smittað, og teimum, sum sita í sóttarhaldi. Gev teimum at kenna tína ævigu nærveru."
Jógvan Fríðriksson

Kraftin í koronuverðini
Biskup venda vit umaftur til seinni. Fyrst til eitt annað problem. Júst nú verður onkur avart av læknafrøði nevniliga brúkt sum amboð hjá øllum møguligum til at umkolfatra vanligt, sosialt frælsi. Atvoldin er tað, sum mann á enskum kundi kallað "an uncommon cold".
      Hetta kennist løgið. Á onkran hátt er tað sum, at etattoymið við politikarum, heilsuumboðum, miðlum og løgreglu hevur onga sentrala tankaeind. Tí tykist toymið destruktivt av sær sjálvum. Problemið inni í hesum ólogiska, sjálvssvingandi berserksbundinum sær út til at vera, at einstøku etatirnir hava óstýriligar valdsdriftir. Av tí sama eru teir ikki førir fyri at hugsa um størri høpi, sum til dømis mannaætt, mannarætt og heimspeki ella álvarsamar avleiðingar av nýggju viðtøkunum.

"Vælsigna og varðveit tey og gev teimum, ið sjúk eru, heilsuna aftur. Gev teimum, ið farin eru, góða hvíld hjá tær, og lat títt æviga ljós lýsa fyri teimum."
Jógvan

At hesin mæti maður, biskupur, hevur mist jørðforbindilsið kundi við fyrsta steinkast verið ein fyrimunur. Trupulleikin er bara, at landsins andaliga koryfæ er farið at biðja bønir, sum um at vit eru rakt av "the triple": svarta deyða, fólkamorði og eini indiskari tsunami.
      Overnight er kirkjan við epistlasentri í biskupsgarði blivin hvøll og síðan hás. Eg veit ikki, um hon hevur ein feril av somu sjúku sum strongdu etatirnir í sjálvvssvingi, men hon tykist glíða útav har saman við øllum hinum, sum ikki eru sædd misteinkiliga leingi.
      Undir gudstænastuni hendan dagin las Jógvan Fríðriksson úr evangeliinum eftir Jóhannes:
      "Tann, sum trýr, hevur ævigt lív."
      Í sama bønarhaldi pástóð biskupur, at serligar umstøður eru vegna covid-19. Men tað er jú ikki satt, tí hasar "serligu umstøðurnar" eru einamest elvdar av átøkunum, sum fólk hava sett í verk.

"Vit hugsa eisini um tey, sum arbeiða í handlum, flutnings- og tænastuvinnuni, og á tann hátt seta seg í smittuvanda, fyri at vit øll skulu fáa mat." 

Vilstur biskupur
Nær ert tú frá ella nær við næstan? Í tungu talu síni nam biskupur við nærleika millum okkara og at vera hjástødd í frástøðu. Tað er spell, at kirkjan nýtir hatta orðavalið atfinningarleyst. Tað er ikki korona, sum kastar skuggar yvir bygdir og býir; tað er menniskju, sum hava tikið sær rætt at kasta skuggar yvir sínar medskapningar í navni hins heilaga Virusar.
      Onkur kallar hesa eftirgjørdu atferðina fyri vælferðarvónloysi.
      "Alt lívið er Gud við okkum," segði ovastin í dómkirkjuni eisini. Fínt, Jógvan, men lat so Gud! Lat dagsins prædikutekst ljóma heldur enn at leggja kirkjuna í versliga slipsatreymin. Tann maktmissilin er leysgangandi í løtuni. Vælsignað verið teg, tosa um Jesus heldur enn Virus.
      Í síni sjónvarpaðu gudstænastu segði hann sjálvur eisini, at ævinleikin er sjónligur í tí vanliga og einfalda. Hetta skilji eg ikki. Tann hugsaði ævinleikin sæst ikki í tí dagliga longur, tí gerandisdagurin er burtur. Hann bleiv stolin.

"Ver við okkara verkafjøld, sjófólki og løgregluni. Ver við løgmanni, tinginum og landsstýrinum; gev teimum ráðandi styrki, vísdóm og skynsemi og umsorgan [sic] at taka rættar avgerðir í samráð við sakkunnleika í stríðnum móti hesi alheims farsótt."

At vera teimum skerdu og sjúku til hjálpar gera vit neyvan við at taka teirra dagligdag frá teimum; teirra sosialu sambond, svimjingina og alt tað, sum annars skapar meining og leingir lív. Trupulleikin hjá æruverda biskupi er, at hann setur lig-við millum kærleikans gerning og hetta, sum nú hendir. Og tað, sum hendir nú, er, at vit bera okkum vitleyst at av dramatiskum ávum. Og tað er ikki í lagi, at kirkjan messar alt upp í hesum leikinum, sum neyvan handlar um næstrakærleika, neyð og grundaðan ótta, men um ein kavabólt av angist, sum er koyrdur á rull.

"Galið í erva"

"Ver við øllum heimsins leiðarum í hesum gerningi teirra."

Í Filipsoyggjum hevur forsetin, Rodrigo Duterte, givið løgregluni boð um at skjóta og drepa borgarar, sum ikki yvirhalda koronu-útgongubannið. "Kristnin eigur at vera trúgv móti veruleikanum," segði andaligi tignarmaður okkara um sama mundið. Tað lata vit standa.
      Í løtuni kennist tað sum, at eingin er deyður, og kortini spyr ein seg sjálvan: Hevur ervið verið? Stóra gátan er, at biskupur brádliga gavst at biðja fyri sjúklingum og sjómonnum sum heild og bleiv umskapaður til ein feltprest, bara tí alt annað fór upp at garta.
      Ætlar kirkjan ikki at arbeiða og virka á onkrum slagi av metaniveau, so verður hon ein sjálvmótsøgn. Jú, biskupur, umstøðurnar eru svárar, men tað er orsakað av tí, sum vanlig fólk í kitlum, uniformi og løgtingi bestemma uttan dialektiska hugsan. Og vit hava ikki sæð avleiðingarnar av átøkunum enn. Save your prayers, kæri vinur.

"Gev hvørjum einstøkum okkara at vísa samanhald og samfelagssinni, so at vit av sonnum standa saman um at virða tær leiðbeiningar og leiðreglur, sum okkum verða givnar."

Við Føroya biskupi í tílíkum koronumode fær hugtakið, "Har er heilt galið í erva", nýggjan týdning. 7 minuttir og 10 sekund tók bønin.

Skýklappa News
Hvat vita vit um Italia og Spania; um teirra innanhýsis stríð og teirra heilsuverk, politikk, miðlaskipan og mentanarmunir?
      Har suðuri kann alt møguligt gera seg galdandi, sum ikki er kent her á leið. Tú kanst ongantíð sum fjarskotin miðil endurgeva, at so og so nógv koronusmittað fólk í Andalusia ella Umbria eru deyð, uttan eisini at viðgera lutir sum t.d. vanligan deyðstíttleika, livialdur og aðrar sjúkur.
      Í síni heild er pressan sum eitt kunstiga intelligent vøkutól. Okkurt rørir seg, og so sumar pressan inn - altíð inn. Ongantíð út. Minni, punktið er, meiri av heildini hvørvur. Knappliga hava vit eina heila verð, ið er horvin. Bara fikspunktið er eftir. Bara virus er vert at varpa.
      Her kunnu vit aftur taka Smith & Jones til hjálpar.
      Í hesi sketsjini hevur Mel ábyrgdina. Hann er koyrilærari, og Griff er næmingur. Griff rullar spakuliga fram móti nøkrum hávatonnum. Hann bremsar og hyggur til høgru og vinstru, í øll speglini og afturum. Ongastaðni er skuggin av nøkrum bili. Men Griff blívur við at snara sær. Umaftur og umaftur hyggur hann. Mel er tolin:
      "Whenever you're ready, Mr. Jones."
      Tá ið Griff so endiliga fær bilin í gir og ætlar sær avstað, kemur ein bussur beint úr erva og javnar koyrilærarabilin við jørðina.
      Morlarurin kann vera, at teir báðir stardu seg blindar at sama vandanum somikið leingi, at hagfrøðin yvirhálaði teir, og hasin one-in-a-billion-bussurin, sum hundraðnda hvørt ár stingur sína gron úr tí mest óteinkiliga blindvinklinum, kom til tíðina.

Fjølmiðlafuel
Men miðlarnir mæla víðari, inntil teir og øll onnur eru í ørviti. Eingin kritikkur er av søgunum um korona í Italia og Spania. Onki orð er um sviar, sum ikki leggja landið líka lamið sum danir; annað enn tað, sum føroyingar tíma at síggja gjøgnum sjálvfeittutar, danskar brillur.
      Trupulleikin er, at almenna, danska pressan hevur kastað frá sær og tept sínar semikritisku røddir. Stórt sæð bara Informatión og Weekendavísin goyggja loppugoyggj. Hini, inklusive DR og KvF í Norðurdanmørk, eru at kalla givin at teinkja. At tað riggar at renna runt við ongum høvdi, er tí, at skapta søgan er vorðin kollektiv.
      Allir teir almennu miðlarnir í sokallaða ríkinum hava sett seg stjórnarmegin borðið. Tí síggja vit, sum bara eru eksotiskir danir í Føroyum, tað sama, sum teir innføddu í Danmørk verða fóðraðir við. Kolonialistiska instinktið verður bara alt í einum nógv sjónligari her á landi; nú sleppur mann endiliga at vera eykapolitistur.
      Fjølmiðlarnir halda eldinum gangandi við ovurhuginum hjá persónum at lata seg eksponera. Believe me, tað finnast fólk, sum vildu givið sín høgra arm fyri at koma í sjónvarpið. Summi læra at byggja heilar fakligar karrierur bara á tað fundamentið; tey blíva ein sjónvarpsskíggi av sær sjálvum.
      Nú er hetta farið so langt av sporinum, at søgur eru byrjaðar at spretta úr søgum, sum eru sprotnar úr søgum, sum ikki hava rótfesti í einum veruligum veruleika. Vit eru endað undir einum godzillaódjóri, sum gongur og kleyvar uttan mál og mið. Úrslitið er, at ímyndin av frælsi er trampað til deyðis - og vit hava fingið krím ístaðin. Vit hava fingið atjuðveldi.

"Gott" hevur altíð eina mótvekt
Tað gerst ikki við, at fólk sum frálíður fáa netverkir av øllum hesum hjartagóðu amatørkonsertunum, sum sangarar og annað gottfólk skeinkja uttan kostnað. Tónafloymurin vísir hóast alt, at fólk flest veruliga eru drivin av at gera væl. Og tað er gott.
      Men tað er ikki so gott, vissi kenslan av góðum tokka elvir til sjálvreflektión, sum fær somu góðu fólk og onnur at uppføra seg eins og djór í hinum borðinum. Viðvíkjandi frástøðukravinum fingu summi av okkara medmenniskjum eina gestapo-attitudu frá degi til dags. Fordømingin fer fram á facebook og við viðmerkingum til greinir á portalunum. Lítið av tí er borðbært fyri vitborin, tí tað er, sum dissidenturin í kaikioskini, Páll Poulsen, plagdi at siga, for býtt.
      Øll tosa um maskur. Tað var ein tíð, tá ið ein sonevndur maskumaður gjørdi um seg í viðarlundini í Havn. Vistnokk vísti hann fyri sær og alt. Fólk vóru bangin. Men eisini spent. Tað segðist um eina konu, at hon fór plantasjutúr um kvøldið. Hon var bangin. Sera bangin. Og spent. Men hon møtti ongum maskumanni. Aftaná var hon skuffað.
      Eg veit ikki, hvør verður vónbrotin aftan á hetta merkiliga maskuballið, men viðvíkjandi reinføri, so hava vit neyvan sæð nakað enn! Bíða bara, til hetta verður yvirstaðið, og synergiska eldgosið hjá køna kollektivinum hæsar av. Tá noyðist hvør í sínum lagi at rættvísgera ta felags ørskuna, sum hetta endaði við. Sum ein danskur politikari mælti: "Der bliver trængsel ved håndvasken."
      Beint nú verða vit kvald av fakligari imperialismu. Sakkunnleikin er sjálvandi ikki óndur í sær sjálvum, men hann oyðileggur, tá ið hann ikki setur spurningar við seg sjálvan. Øll tey ymisku fakfólkini hava sín leiklut at spæla í koronuheildini, og tað gera tey so saman; møguliga við vanlukkuligum avleiðingum.
      Fyribils er greitt, at vit eru um at fáa ein politistat, har fólkið missir síni ímyndaðu rættindi og tað sindrið av fyrigyklaðum frælsi, sum ein, um ikki annað, hevði at ýta seg eftir.
      Ein vinmaður kallar støðuna "Medical Martial Law". Eg veit ikki, um støðan kvalifiserar til tað óhugnaliga hugtakið, men undir øllum umstøðum eru reglur, sum týna savningarfrælsi, ein máti at fáa fólk til sjálv at umsita sítt opna fongsul. Skipanin er bílig at reka, tí fólk ansa sjálv eftir, at hini heldur ikki sleppa nakran veg.
      Hvør rænir rovini aftaná, fáa vit vælsaktans at síggja.

Tað nýggja ikki-menniskjað
Tað er akkurát sum, at okkurt er hent við menniskjum. Tey eru androidiserað. Tey hava fingið ein pátiknan fínleika yvir sær; tilveruligan kúfangara ella rustfría blygdan. Tey eru djór í djóragarði. Teirra ílatnu kroppar eru kliptir úr handilslýsingum. Tey uppdraga síni børn á spæliplássum, eta mat úr plastikki og ganga til joga. Við í sínum yvirlivingarútbúnaði hava tey mysopiina, hendan patalogiska óttan fyri at blíva smittað. Tað er grundtilfarið í teimum nýggju, urabanu verunum.
      Nú hava tey so fingið sett í gildi reinførisørskap sum stýrislag.
      Í teirri føroysku útgávuni av atjuðveldinum er einki nýtt undir sólini, sjálvt um miðlarnir liva av at spyrja frá morgni til myrkurs, um nakað nýtt er har. Hinvegin er gamalt, at menniskjan er soleiðis, sum menniskjan er. Hon broytist ikki einsamøll, og hennara atferðarorsakir í flokki broytast heldur ikki. Menniskjan heldur seg sjálva í skák. Nú gongur tað bara nakað skjótari hvønn vegin, enn tað plagdi. Guddómligar pseudoverðir eru skiftar út við talgeldar pseuduverðir, klistraðar saman við liðiligari empiri og fimari fakligheit, sum livir av hálvtómum kalorium.
      Eg veit ikki, um tað er nakar uggi, men menniskjan kemur sum regul uppaftur sum tundurproppur heilt av sær sjálvari. Tað ger hon ivaleyst eisini hesaferð. Men eitt sindur lotari. Meira mistrúgvin. Bangnari. Og nakað væl ódámligari. Men hon livir víðari, til hon ikki livir longur, og sólskipanin sloknar. Einki spor verður av mannaættini.

Verðin á sálarbrík
Til vit vita betur, kunnu vit siga, at mannaættin hevur fingið eina felags drift, sum snýr seg um at gardera seg. Í hesum merkiliga leiki fellur mannaættin fyri áðurnevnda ótta fyri snultandi vira og baktussum. At enda uppstendur ein heilaleys samvirkan, sum verður til politiskan standard. At ganga egnar leiðir beint nú er heimspolitiskt sjálvmorð. Ja, hetta er pínligt á hægsta stigi.
      Ein bjarging aftan á, at koronumaskurnar eru falnar, er at syrgja fyri, at avsporaða søgan verður verandi kollektiv. Nú mugu vit halda fast við, at lívið snýr seg um at yvirliva við at hava ryggir fríar í skipanini og arbeiða eftir bókum og sambært niðurfeldum mannagongdum.
      So er spurningurin: Hvat gera vit um hundrað ár? Um altso verðin enn verður til? Her er áhugavert at dvølja við, at fólk vilja verja verðina av umhvørvisávum. Eg taki undir við tí av pascalskum hjarta, men mær kunnugt er handan framtíðarverðin ikki fyri núlivandi, men komandi ættarlið. Íðan, hví so ikki lata so og so nógv av okkum doyggja í nærleika - og harvið lata ta mentanina liva víðari í kollektiva arvastreinginum - heldur enn at tvíhalda um okkara egna, forkølaða eksistens í fjarstøðu og soleiðis venja mannaættina av við klemm og kossar?
      Sum støðan er nú, gera evidensgrundaðu og empiriskt elastisku fakfólkini restina av søgu mannaættarinnar til eitt markleyst Eysturtýskland. Í teirri skipanini høvdu øll eftirlit við hvør øðrum, samstundis sum tey somu fólkini hvør í sínum lagi sníktu seg til at liva lívið. Hesin nú avpussaði normalurin í 2020 er fjarstøða við einum følskum smíli og fartelefon við app at avdúka forbodnan nærleika. Flott. Vit hava fingið ein obskuran gud at akta. Hann er pyntaður við læknalurti, sum hann einki lív hoyrir í (sjálvt um hann hevur fingið glasoyra), og hann brúkar piparspray undir arminum - trýst á nalvan, so avlýsir hann ólavsøku á gøtudonskum.
      Tað er hetta við at spæla politi, sum er blivið alt ov populert. Grundin kann vera, at tað er vorðið tyngri og torførari at vera vanliga frælsur. Av hesum uppbyggist ein almenn kensla av at vera undirlagdur og máttleysur. Einasti útvegur er at gerast politi sjálvur. Vit síggja tað við øllum peikarínum í hesum øru døgum. Áðrenn korona sást tann stívi fremstifingurin við, at summi sukku so langt sum at gerast froysandi festivallsvaktir í gulum vestum og í ringasta føri patetiskir parkeringsvørar - í einum landi, har eingin skilvíst grundaður tørvur er á teimum.

Yvirtulkaður deyðsótti og horvin logikkur
Serfrøðingaveldi er tað sjónveika liðið. Maktpersónarnir í tí síggja ikki blindvinklarnar, t.d. lívshættisligar avleiðingar av koronuátøkum, ella at deyðin bara er partur av eini størri heild.
      Fyri tað at deyðin er líðing fyri tey flestu, og vit atfinningarsomu ivaleyst fara at liggja og rópa ønskriliga á deyðastrá - tí, sum Janus skald, segði: Hvat og hví er ikki funnið - so ber til at vera komin eitt sindur til sættis frammanundan. Í mínari verð er tað at doyggja nevniliga lítið annað enn eitt ekkó av skríggjunum frá føðingini. Tað betýðir, at fólk ikki neyðturviliga "hava rætt" í deyðsløtuni, men bara tað, at deyðin er forbannað torførur. Og vit kunnu ikki sleppa yvirskipaðum tonkum og kontekstum, fyri tað at deyðin er so syrgiligur og ringur í sjálvum sær.
      Vit hava (ella kanska mugu vit í dag við sorg siga, at vit høvdu) eina rættarskipan, sum hevur toluliga skilvísar og rímiligar meiningar um brotsverk og revsing. Tann skipanin er yvirornað moralsk, tí hon er ikki bara rættvís fyri tey órættaðu ella teirra ørgu avvarðandi. Var hon einans tað seinna, so galt deyðarevsing fyri nógv brotsverk. Var tað bara hendan vreiðin hjá tí órættaða og hansara næstu, ella tíðartreytað fólkaøsing, ið ásetti revsingina, so var rættarskipanin tvørsagnarlig; so var hon systematisk við innbygdum kaos. Men nú ger staturin sjálvur sjálvtøku við sínum koronuparagraffum. Tá er góð grund til at vera bangin báðu megin borðið.

"Eg eri eisini ein Erling"
Fodgaard náði tann, ið vanvitjar oldurabbar í umbidnum sóttarhaldi!
      Andrea Splidt á Nesi í Vági var fødd 6. desembur 1891. Hon fylti 100 og alt - eg minnist tað ordiliga væl! Andrea var hvørki hjá doktara ella í Danmørk í sínum lutfalsliga langa lívi. Bara einaferð fór hon til Havnar ein túr; tað var í 1918.
      Alt gekk væl í 101 ár. Tá fór ikoniska neskonan tíverri á bólt niður gjøgnum trappurnar. Fyri fyrstu ferð í lívinum kom Andrea undir læknahond. Staðfest varð, at hon hevði brotið mjødnina. Læknin vildi linna og gav henni eina doyvandi dosis við sproytu. Andrea vaknaði ongantíð aftur.
      Aftaná segðist um Erling, son Andreu, at hvørja ferð hann bar eygað við útlendska læknan, sum hevði ført nálina, mutlaði hann:
      "Har gongur hasin fanin, sum drap mammu!"
      Erling Splidt umboðaði ikki bara seg sjálvan og mammuna við sínum ordineru atfinningum. Erling var eitt habilt umboð fyri okkum øll. Vit vilja snøgt sagt ikki góðtaka deyðan. Líður læknafrøðin eisini undir okkara kravi um ævigt lív (umframt øllum møguligum øðrum seráhugamálum), og hon av hesum kravi er farin í kroniska verjustøðu við innbygdum gudakompleksi, so hava vit ein grundleggjandi trupulleika.
      Skríggj, ótti og mótfall, tá ið farið verður um deyðsgáttina, er ikki svarið um virðið í lívinum hjá tí einstaka - eins væl og skríggj, angist og pína heldur ikki eru tað hjá nýføðinginum. Avbjóðingin við hasar gáttirnar er bara umboðandi fyri júst tær hendingarnar.
      Føðing og deyði eru hvør sítt kyn og vøkur og nemandi, og tey fáa okkum vónandi at hugsa djúpt um alt møguligt gott. Men ansa eftir ikki at lata hasar løturnar blíva misbrúktar, t.d. sum fakimperialistiskt amboð at diktera, hvat verðin snýr seg um. Verðin snýr seg um seg sjálva - ikki um teg og meg.

Vorsprung durch Technik
Richard Chamberlain skal hava sagt, at hoyrir tú hógvabrestir, vænta so ross - ikki sebrur. Vit eru ber bløð, men halda okkum vera sjálvan bulin. Vit eru ávegis ferðafólk við ókendari endastøð og byrjan. Føðingin eitur útgangur, og deyðin eitur inngangur. Skil tað nú!
      Og minst so til hetta, tá ið tú táravættur lurtar eftir donsku drotningini og vindur til tops eitt miniatur av hennara nýggja sprittflaggi.
      Á, hvussu koma vit so víðari, nú ið sjálvt danska Daisy má avlýsa áttati ára føðingardagin vegna krúnukrím! Kunnu vit njóta lívið so leingi? Eg veit ikki. Eg veit bara, at tað gongur yvir. Lívið gongur yvir.
      Eftirsum at korona er ein heimsumfatandi spurningur, latum oss so bara enda við heimsins vánaligastu vertum:
      Griff er biðin um at testa ein Audi-bil. Áðrenn hann fer avstað á stongdu akbreytini, fær hann at vita frá Mel, at hann skal koyra við helvitis ferð inn í ein betongvegg einar tveyhundrað metrar longri frammi.
      Ikki heilt uttan grund spyr Griff:
      "What is my motivation?"
      Og Mel svarar:
      "Your motivation is not to miss the wall."

"Ver við heilsuverki okkara."

Høgni Mohr