Atgongumerkjasølan til dystin millum Føroyar og Norðurmakedónia er byrjað

Børn sleppa til dystin fyri einans 50 krónur

Ragnar Sjúrðarson
21. august 2024 kl. 13:23

FSF:

Í alt seks dystir eru á skránni í heyst, nú føroyska A-landsliðið við monnum fer undir sína fjórðu UEFA Nations League kapping.

Føroyar eru hesaferð í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia.

Fyri okkara menn byrjar kappingin á heimavølli leygardagin 7. september klokkan 14:00, tá norðurmakedónar koma á vitjan á Tórsvølli.

Atgonguerkjasølan til fyrsta dystin er byrjað, og fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og á atgongumerki.fo.

Kostnaðurin er einans 50 krónur fyri børn, meðan atgongumerki fyri vaksin kosta úr 100 krónum.

Kategori 1
Bólkarnir 103-106: 200 kr.

Kategori 2
Bólkarnir 102, 107, 108, 114 og 115: 150 kr.

Kategori 3
Bólkarnir 109, 110, 112 og 113: 100 kr.

Skansin
Bólkur 111: 100 kr.

Børn
Bólkarnir 102-110, 112, 113-115: 50 kr.

FSF gestir
Bólkarnir 118-120: 650 kr.

Næstu heimadystirnir hjá føroyska manslandsliðnum vera í oktober. Hósdagin 10. oktober spæla Føroyar og Armenia á Tórsvølli, og sunnudagin 13. oktober er mótstøðuliðið Lettland.