Atgongumerkjasølan til "Dreymar við Havið" er byrjað

Í dag byrjar atgongumerkjasølan til fyrsta spælifilmin hjá Sakarisi Stórá, "Dreymar við Havið".

Guðrun í Jákupsstovu
24. august 2017 kl. 12:34

Atgongumerkjasølan til føroyska spælifilmin, "Dreymar við Havið", er í dag byrjað. Tað er Sakaris Stórá ið hevur leikstjórnað filmin, og er hann "ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir egnum samleika", sambært facebooksíðuni hjá filminum.

 

Havnar Bio skrivar soleiðis um filmin:

Ester (Juliett Nattestad) býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna (Helena Heðinsdóttir) flytur til bygdina. Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara.

 

Almenna frumsýningin av filminum verður víst í Filmsfelagnum tann 6. september, kl 20. Umframt tað hevur Havnar Bio eisini sett filmin á sýningarskránna í eitt longri tíðarskeið.