Atgongumerkjasølan byrjar í morgin
Heimadysturin, sum verður leiktur 8. mai, er hin fyrri av tveimum HM play-off dystum um eitt pláss í HM-endaspælinum
Fríðmundur Nattestad
22. februar 2024 kl. 15:50
Tíðindaskriv frá HSF:
Í morgin, fríggjadagin 23. februar kl. 12.00, koma atgongumerkini til HM play-off dystin Føroyar – Norðurmakedonia til sølu. Atgongumerkini koma til sølu á atgongumerki.fo og kosta 150 kr.
Heimadysturin, sum verður leiktur 8. mai, er hin fyrri av tveimum HM play-off dystum um eitt pláss í HM-endaspælinum. Seinni dysturin verður leiktur sunnudagin 12. mai í Skopje.