Atgongumerkini til seinastu U21-landsdystirnar sett til sølu

Nú ber til at ogna sær atgongumerki til U21-landsdystirnar móti Ukraina og Serbia, sum vera ávikavist 1. og 7. juni

(Mynd: fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
16. mai 2022 kl. 12:00

Mikudagin 1. juni fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá ukrainar koma á vitjan á Tórsvølli. Og eina lítla viku seinni, týsdagin 7. juni, er heimadysturin móti Serbia á skránni. Dysturin millum Føroyar og Serbia verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík.

Tá liðini hittust í fjør, vunnu ukrainar 1-0 á heimavølli, meðan dysturin millum Serbia og Føroyar endaði við málleysum javnleiki.

Atgongumerkjasølan til nevndu dystir er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung, 16 ár og yngri.

Støðan í bólkinum er tann, at Frakland er fremst við 19 stigum fyri sjey dystir. Ukraina er nummar tvey við 13 stigum eftir seks dystir, og á triðja og fjórða plássi koma Serbia og Føroyar við ávikavist 11 og níggju stigum fyri átta dystir. Norðurmakedónia hevur seks stig, og hevur eisini spælt átta dystir, meðan Armenia er aftast við trimum stigum fyri sjey dystir.

Mikudagin 1. juni klokkan 18:
Føroyar U21 – Ukraina U21 á Tórsvølli (trýst á leinkið fyri at keypa)

Týsdagin 7. juni klokkan 16:15:
Føroyar U21 – Serbia U21 við Djúpumýru í Klaksvík (trýst á leinkið fyri at keypa)

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo