At verða bundin av telduspæli verður nú ein viðurkend sjúka

Ovurnýtsla av telduspæli kann gerast ein somikið stórur trupulleiki, at viðkomandi gerst sjúkur. Tað er í hvussu so er tað...

Leif Láadal
29. desember 2017 kl. 14:05

Ovurnýtsla av telduspæli kann gerast ein somikið stórur trupulleiki, at viðkomandi gerst sjúkur. Tað er í hvussu so er tað, sum nógvir serfrøðingar hava víst á í nøkur ár eftir hondini. Nú hevur heimsheilsustovnurin WHO lurtað eftir serfrøðini og sett ovurnýtslu av telduspæli á almenna listan hjá sær yvir sjúkur - í ta sonevndu ICD-skipanina (International Classification of Diseases).

Frá 1. januar at rokna, kunnu tey, sum eru bundin av telduspæli í ein so stóran mun, at tey hava ampa av tí, fáa eina diagnosu frá lækna, sum sigur at tey altso eru sjúk. Á enskum hevur sjúkan heitið Gaming disorder, altso spæl-sjúka.

Við norska kringvarpið sigur Rune Aune Mentzoni, sum er post.dok á lærda háskúlanum í Bergen, at avgerðin hjá WHO at seta ovurnýtslu av telduspæli í ICD-skipanina fer at hava við, at tað verður lættari hjá teimum, sum líða undir hesum, at fáa hjálp.

HER sæst sjúkan á listanum hjá WHO

Kelda og lesið meira HER