Nú er meiri enn nógmikið talað um arbeiðsmarknað og útbúgvingarskipan. Tí um vit tala, men ov lítið gera, sum áarstovuskaldið Hans Andrias tók til fyri stórthundrað árum síðan. Á leið soleiðis kennist støðan í løtuni.
Kommunurnar hava stútt og støðugt og upp í saman víst á ovurstóru avbjóðingina, sum er og liggur fyri framman á okkara størstu vælferðarøkjum – dagstovnunum og eldrarøktini. Skriv eftir skriv, fund eftir fund, ár eftir ár.
Altíð bagir illum barni okkurt, sigur orðatakið, men tað tykist ikki, sum landsstýrið og avvarðandi myndugleikar látast um vón. Men samfelagið hevur stórliga tørv á, at prátið endar, og bøtandi hondin fer til verka.
Í vikuni hava miðlarnir umrøtt, at fleiri kommunur eru farnar í holt við ella eru ávegis í samstarv við danskar og norskar útbúgvingarstovnar um at útbúgva fólk til dagstovnaøkið. Líknandi tankar hava eisini verið umhugsaðir á eldraøkinum. Hetta er ein neyðstøða. Stóru vælferðarøkini eru flutt frá landsmyndugleikanum til kommunurnar at eiga og reka, men kommunurnar hava ikki ræði á útbúgvingarreiðrunum haðani rekrutteringin skal fáast til høldar.
Samstundis er landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum gerandisgestur í kringvarpsklivum fyri at umrøða ymsar loysnir við løn undir útbúgving, betri møguleikum fyri merit o.s.fr. Vit, ið sita við tí praktiska gerandisdegnum, og borganini, hava ongantíð verið partar av hansara møguligu ætlanum.
Í veruleikanum hendir millum lítið og einki á útbúgvingarøkinum í Føroyum. Ongi mál og als ongin kós, men upp í leypar av tosi.
Tað er ongin loyna, tað vita tey flestu, at vit í dagsins samfelag hava alstóran tørv á at fáa fleiri fakfólk til arbeiðis, bæði innan eldraøkið og innan dagstovnaøkið. Ein temafrágreiðing frá Búskaparráðnum á vári í 2021 vísti, at tað fer at vera álvarsligur tørvur á starvsfólkum á øllum vælferðarmótum komandi árini. Framrokningarnar vístu, at tørvur verður á stívliga 2.500 fleiri starvsfólkum at arbeiða innan kjarnuvælferðartænastur longu í 2030. Hálvt triðja túsund starvsfólk.
Í kommununum kenna vit longu sviðan av hesum, at stórur tørvur er á starvsfólki. Støðan tykist versna skjótt, einamest tí at tilgongdin av útbúnum fakfólki ikki er nøktandi. Í kjalarvørrinum á hesum er tað, at fleiri kommunur nú leita sær út um landoddarnar fyri at førleikamenna egnan starvsfólkahóp.
Funnist hevur verið at hesi gongd, tí hesar útbúgvingar, sum fólk nema sær, ikki eru á sama støði sum tann føroyski møguleikin í løtuni. Tað er eyðsæð ein munur á útbúgvingunum. Onnur er meira akademisk enn hin, men vit mega koma burtur frá, at øll sum starvast innan vælferðarøkini, skulu hava eina akademiska útbúgving.
Rúm skal vera fyri báðum. Tað eru nú einaferð heldur ikki øll, sum ynskja, hava hug ella hegni til at verða akademikarar. Hesi mega hava loyvi til at velja sær eina yrkisleið á vælferðarøkinum, uttan at tey avgjørt skulu nema sær eina akademiska útbúgving.
Tað er tørvur á fakligheit á vælferðarøkinum, og tað er ikki ráðiligt, at øll starvsfólk eru akademikarar. Hetta er ikki skynsamt fíggjarliga, og vit hava heldur ikki tíð at bíða.
Hetta hava okkara grannalond skilt. Tey skipa útbúgvingarnar fyri tey nógvu ófaklærdu fólkini, sum hava starvast innan vælferðarøkini í nógv ár. Tey hava eisini samanhang í útbúgvingunum, soleiðis, at tú altíð kanst koma víðari á útbúgvingarstiganum. Hetta er eisini orsøkin til, at alsamt fleiri fara í samstarv við útlendskar lærustovnar, tí skipanirnar í Føroyum ikki klára at laga seg til tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Heilsuskúli okkara var upprunaliga skipaður fyri at nøkta ein stóran tørv á arbeiðsmegi í landsins vælferðarskipanum. Men, - útbúgvingarnar á okkara Heilsuskúla geva t.d. ikki møguleika fyri at fara undir hægri lestur í Føroyum.
Tí fer tú á tí leiðini í veruleikanum inn á ein útbúgvingarliga blindan veg, um tú í framtíðini ætlar tær eina hægri útbúgving. Tú skal ígjøgnum eina gymnasiala útbúgving og eina eftirfylgjandi akademiska útbúgving fyri at gerast sjúkrarøktarfrøðingur ella námsfrøðingur.
Hetta tekur 7 ár.
Tað er skilagott, at nógv fara eftir hesi leið, men vit kunnu ikki hava eitt vælferðarøki við akademikarum burturav.
Vit hava fyri neyðini, at Útbúgvingarmálaráðið tekur støðuna í álvara og fær samanhang millum útbúgvingarskipanina og tørvin, ella kemur Útbúgvingarmálaráðið óbeinleiðis at taka grundarlagið undan útbúgvingarskipanini í Føroyum.
Hendan greinin skal skiljast sum ein ákallan á útbúgvingarmyndugleikan. Eitt uppróp í neyðini. Í ringasta føri eitt róp út í oyðimørkina.
At tala hevur sína tíð. Nú er nógmikið talað. Tørvur er á loysnum.