Magne Hoseth er í kvøld fyri síðstu ferð ábyrgdarmaður fyri føroyskum liði. Í fjør var hann í Klaksvík, og í kvøld er hann fyri síðstu ferð á B36 beinkinum, áðrenn hann aftur flytur til Norra at búgva.
Tað hava verið trupulleikar við verjuspælinum hjá B36, men venjarin vónar, at tað fer at rigga í kvøld:
-Vit hava verið darvaðir av skaðum, men nú vóna vit, at vit sleppa undan persónligum mistøkum. Vit vita, at tað fer at kosta steypið, um vit í kvøld gera persónlig mistøk í verjupartinum, sigur Magne Hoseth.
HB venjarin Adolfo Sormani vil ikki tosa um, hvussu hann ætlar at HB skal spæla, men hann hevur eitt ynski:
-Eg havi sagt við spælararnar, at teir við góðari samvitsku eftir dystin skulu siga, at teir gjørdu alt tað, sum teir megnaðu. So kunnu vit ikki krevja meiri av okkum sjálvum, sigur Adolfo Sormani.
B36 – HB kl. 19.00
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Magnus Egilsson, Fabian Ness – Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Mattias Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson
Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Símun Sólheim, Bjarki C. Nielsen, Andrass Johansen, Gutti Dahl-Olsen, Mattias Weihe Joensen, Tobias Hansen
Venjari: Magne Hoseth
HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Áki D. Samuelsen
Á beinkinum: Rasmus Nilsson, Heðin Hansen, Emmanuel Duah, Mikkel Dahl, Ási P. Dam, Ari Mohr Jónsson, Leivur Fossdal Guttesen
Venjari Adolfo Sormani