Við gomlu hjálandahavnina kringlaðu gongugøtur seg ímillum húsini, sum næstan øll vóru úr timbri og málað við sterkum litum. Nevndin gjørdi vart við, at bygningarnir mintu um eitt summarhúsøki, og at summi vóru so illa farin “at sjálvt ein fátækur húskallur í Danmark valla hevði nýtt tey til høsnarhús.”
Mitt í býnum stóðu umleið 90 timburhús, sum nevndin helt vera í rímiligum standi, sjálvt um tey vóru illa hildin. Men vestanfyri lá fátækrabýlingurin, Íslandsdalurin, har húsini lógu tættari og vóru smærri – tey flestu minni enn 20 fermetrar.
Summi vóru málað, meðan onnur høvdu leyst papp við stórum gróti omaná á takinum. Í flestu húsunum var skorteinurin eitt jarnrør. Summi vóru bygd við vallveggi norður-, eystur- og vestureftir, meðan suðurveggurin var úr timbri og í honum sat einasti gluggin í húsinum.
Nevndarlimirnir vóru inni í einum av teimum vánaligastu húsunum og sannaðu, at lítla rúmið, sum var 12-13 fermetrar – og alt húsið – hýsti trimum vaksnum og trimum-fýra børnum, og har fleyt í náttpottum og matleivdum, “so ramin var øgiligur”.
Millum húsini í dalinum stóðu tjøld úr tjúkkum tjalddúki, sum vóru hildin uppi við bardónum, spentum í stórar steinar. Tjøldini vóru fyribils bústaðir hjá tilflytarum og skyldfólki, sum vóru og ferðaðust, og børn hugdu her og har út um tjaldopið at donsku gestunum, sum hildu børnini vera skitin, men at tey ikki vóru so illa klædd, sum bústaðirnir kundu bent á.
Máttu langa leið eftir vatni
Har var ikki rennandi vatn í býnum, og drekkivatnið var á einum avmarkaðum øki. Tí mátti fólkið í Godthåb ganga langa leið eftir vatni, og flestu húskini høvdu úr at gera at knossa vatn til húsa hvønn dag. Flest øll, ið gingu til og frá brunninum, vóru kvinnur og børn, summi við oki um herðarnar at bera spannirnar á. Tveir brunnar vóru vatnveitingin í vesturbýnum, og nevndarlimirnir fingu ilt av, at brunnurin í Íslandsdalinum fleyt í pappíri, træpettum og rustaðum blikkum.
Alt lendi í býnum var skorið upp á kross við veitum, sum veittu vatnið burtur. Framman fyri húsini, mest í Íslandsdalinum, lógu piðaðir fiskaryggir og skrokkar, tóm blikk og annað burturkast, tí so langt var ímillum húsini, at vónleyst var at heinta ruskið. Á hellunum lá fiskur og kópakjøt til terra, og nevndarlimirnir staðfestu við vamli, at kjøtið ofta var svart í flugum. Teir varnaðust eisini, at íbúgvarnir bara loystu sær buksurnar onkrastaðni í lendinum.
Í Godthåb vóru 19 fiskimenn, sum veiddu umleið 130.000 kilo av toski um árið, sum varð goymdur í einum stórum, væl bygdum fiskakjallara. Í eini vík, har beding var at taka prámar og smáar útróðrarbátar upp, var ein verkstaður og ein niðurbrend smiðja. Við bedingina flutu rovini av einum stórum hvali, hvalageislar, petroliumsdunkar og línur, og har “var óvanliga skitið og ófantaligt,” sannaðu nevndarlimirnir.
Sendinevndin legði eisini at landi á nýggju fiskistøðini við Itivdlek norðanfyri Godthåb, har danski skiparin, Christian Venø, hevði fingið loyvi at rógva út við útróðrarbátum, afturfyri at hann nýtti grønlendska manning. Venø segði við nevndarlimirnar, at hann helt, at Godthåb kundi nýtast sum miðdepil fyri nýggjum fiskaídnaði. Hann segði eisini viðurkennandi, at grønlendsku fiskimenninir “høvdu fastleikan, dugnaskapin og seiggið, sum vóru neyðug hjá útróðrarmonnum.”
Endamálið við ferðini var at ferðalagið við egnum eygum skuldi “gera sær eina støðumynd” av hjálandinum. Men nógv var longu gjørt av frammanundan, so sendinevndin kundi “samráðast við landsráðini, sum fóru at koma saman til felags fund í Godthåb um høvuðsúrslitini, sum spurdust burturúr.”
“Høvuðsúrslitini vóru tann leið, sum Eske Brun hevði lagt frá fyrsta degi: Fólkið skuldi miðsavnast í størri býum, so Grønland kundi gerast eitt tíðarhóskandi ídnaðarsamfelag. Málið skuldi í framtíðini vera danskt, og oyggin verða eitt danskt amt.
Á vitjanini í Godthåb kundi leiðarin á sendinevndini, Halfdan Hendriksen, sum bæði sat í nevndini og var formaður í grønlandsnevndini í ríkisdegnum, tí leggja fram fyribils niðurstøðurnar í eini røðu fyri grønlendsku landsráðunum, sum vardi í tveir tímar. Saman við donsku gestunum tóktust grønlendsku landsráðini at taka undir við ætlanunum hjá nevndini, men tá ið danirnir vóru farnir longur norður, komu veruligu kenslurnar hjá grønlendingunum undan. “Um atburðin eftir stóru einmæltu semjuna við donsku sendinevndina, tá ið limirnir í landsráðunum aftur sótu einsamallir,” skrivaði Berlingske Tidende. “Har kom uppskot um, at viðmerkt varð í frásøgnunum frá fundunum, at landsráðini á snarvitjanini ikki høvdu fingið høvi til at samráðast beinleiðis við ríkisdagslimirnar og teir serkønu í nevndini.” Men aftur lótu danirnir vera at lurta eftir grønlendsku mótmælunum. Danski formaðurin í landsráðunum lærdi uppá grønlendsku politikararnar “at ikki bar til at pilka við eina stóra yvirlýsing, sum var gjørd ein dag, og so mótmæla dagin eftir.”
***
Sendinevndin var eisini í fátæku bygdini Narsak, stutt frá Godthåb, har 110 fólk búðu. Her lívbjargað fólkið sær, eins og forfedrarnir, við fiskiskapi og veiðu við kajakkum og konubátum, og har var eingin motorur í bygdin. Eins og í Godthåb vóru húsini smá við bara einum rúmi, har fýra fólk í meðan búðu saman í einum húski. Eske Brun segði við sendinevndina, at bygdin skuldi verið niðurløgd og fólkið flutt.
Úr Godthåb legði M/S Umanak og sendinevndin leiðina norðureftir og kom á morgni 3. august í 1949 til Sukkertoppen, har 900 fólk búðu. Býurin lá á einum heyggjutum og skurvutum nesi og bar grønlendska navnið Maniitsoq, sum merkir “tað skurvuta”. Millum allar heyggjarnar, har flestu húsini lógu, vóru gjørdar lækjur, har klakin savnaði seg, tá ið leið út á várið. Yvir lækjurnar, har klakin savnaðist, høvdu íbúgvarnir í býnum bygt nógvar smáar brýr, sum veittu honum yndisnavnið “Venesia í Grønlandi”. Nevndarlimirnir varnaðust tó, at ikki bara klakin, men eisini frárensluvatnið endaði í gloprunum, og tí var “vamlisligur luktur” yvir øllum henda líggja summardagin í august.
Reint vatn stórur trupulleiki
Bústaðirnir í niðursetubygdini líktust teimum, sum sendinevndin hevði verið í í Godthåb, og eins og har, mátti fólki í Sukurtoppinum bera vatnið úr einum brunni ella vatni í nándini. Danirnir máttu sanna, at har stóð á at fáa nóg mikið av vatnið til øll í bygdini, har heldur ikki var pláss fyri fleiri húsum. Sendinevndin var í kirkjuni og skúlanum, har 150 næmingar gingu, og har vóru seks lærarar, teirra millum presturin. Hon var eisini á gátt á snøgga sjúkrahúsinum og barnasanatoriinum undir liðini á tí, har børn við tublerklum fingu røkt og viðgerð, men tað var eisini barnaheim. Sendinevndin gjørdi ta niðurstøðu at “børnini tóktust vera væl í holdum, vóru væl klædd og sóu rein og fegin út, og tey dugdi tað, sum tey flestu ikki dugdu, tey skiltu og tosaðu eitt sindur av donskum.”
Eftir sjey tímar í landi sigldi sendinevndin úr Sukurtoppinum til Holsteinsborg, og kom hagar fyrrapartin dagin eftir. Býurin var miðdepilin fyri toskafiskiskapinum og framleiddi 14-20 tons av toski um dagin. Sendinevndin sannaði, at her var tætt bygt og legði sær í geyma, at bústaðarhús í tveimum hæddum høvdu verið betri, so sloppið kundi verið undan “øllum óruddinum, sum rakst allastaðni ímillum húsini. Sjúkrahúsið “sá slitið og neyðarsligt út.” Sendinevndin hevði eisini at vánaliga úrvalinum í handlunum í býnum. “Av tí at flest grønlendingarnir duga illa við pengum, endar tað ofta við, at teir keypa nógv, sum teimum ikki tørvar, tí teir fáa ikki keypt nakað annað,” gjørdi hon vart við.
Niðursetubygdin hevði nýggjan skúla, eina nýggja kirkju, nýggjan barnagarð og eitt samkomuhús, sum vísti filmar. Har var eisini ein rækjuverksmiðja, har 35-60 kvinnur í býnum starvaðust, alt eftir fiskiskapinum tann dagin. Tær pilkaðu akkord fyri eina krónu fyri kilo og løgdu tær í dósir fyri trý oyru fyri dósina. Men nú vóru ongar rækjur longur at fáa uttanum Holsteinsborg, so rækjurnar komu úr Diskovíkini 240 kilometrar norðanfyri.
Har var eisini ein sleipistøð, har grønlendsku sveinarnir vóru sera misnøgdir við lønina. Teir fingu 150-200 krónur um mánaðin, meðan donsku handverkararnir fingu 8-900 krónur fyri sama arbeiðið. Sveinarnir høvdu samráðst úrslitaleyst í trý ár við donsku myndugleikarnar, og tí góvust teir ofta at arbeiða uttan at siga frá og fóru til útróðrar, tí har kundu teir vinna 50 krónur um dagin bestu tíðina.
Úr Holsteinsborg sigldi danska sendinevndin sama kvøldið norður til Egedesminde, og næstu tvær vikurnar vitjaði hon í 16 bygdum og búsetingum á grønlendsku vesturstrondini. Á Disko varð vitjað í námsvinnubýnum Kutdligssat, har námsarbeiðarar fingu 200 krónur um mánaðin fyri at høgga kol við handamegi níggju tímar um dagin uttan nóg góð trygdartiltøk. Leiðarin á kolanámunum segði teir misrøktu námið rættiliga nógv á vári og sumri, tí teir “mettu frælsi nógv hægri enn pengar og løgdu arbeiðið niður, fingu teir onkran dagin hug at fara út at veiða ella at fiska.” Tí hevði hann verið noyddur at siga 11 monnum upp stutt áðrenn sendinevndin kom.
Í bygdini Sunnaru Upernavik, har 100 fólk búðu, vóru øll húsini úr gróti og flag. “Tey vóru mest at kalla flagsmáttur, og heitið jarðhola hevði kanska verið uppaftur rættari,” skrivaði nevndin. Tey vóru inni í eini tílíkari smáttu, har ein blindur veiðimaður búði saman við konuni og seks børnum. Smáttan var einar tríggjar ferðir seks metrar, og inngongdin var einar lágar dyr úr timbri á aðrari síðuni. Inni vuksu grasstrá, har húskið ikki hevði fest ávísir á veggin. Í einasta glugganum var glasið sprekkað. Á gólvinum lá ein stór dýna, í einum horni eitt kópaskinn og longur inni stóð ein primus, ein gólvspann, ein blikkspann, tríggjar smáar grýtur og ein steikipanna. Sendinevndin varnaðist eisini, at har vóru hvørki reinførisvørur ella sápa í smáttuni. “At síggja til er hetta ikki nýtiligt at búgva og arbeiða í,” var niðurstøðan hjá nevndini um bygdina.
Í niðursetubygdini Upernavik, norðastu bygdini sum sendinevndin vitjaði, lívbjargaðu 300 fólk sær við at veita kóp, háv og steinbít. Nevndin helt, at bústaðirnar vera verri her enn nakra aðrastaðni. Triðingurin av húsunum vóru úr gróti og flag, og vatnið var bræddur ísur. Sendinevndin eygleiddi undrandi “ótespiligu umstøðurnar” og “eyðsýnda yrkisloysið og letina”.
***
Skuldu gerast til nútíðarbærar danir
Álitið frá grønlandsnevndini varð almannakunngjørt í februar í 1950 og kann verða lisið sum ein frymil til missiónsvirksemi í Grønlandi – ikki í trúðarligari, men mentanarligari merking. Grønlendingarnir skuldu gerast til nútíðarbærar danir, og álitið gjørdi tí grønlendska lívið nágreiniliga upp í neyvum tølum. Í níggju bláum bindum og á meira enn 1.000 síðum lýsir álitið tilveruna í einum lista fyri og øðrum eftir, øki úr øki, flytingar, vinnuveg, veiðu, skúladagar, lisnar bøkur og nógv annað.
Onkuntíð var kortini ósamsvar ímillum, hvussu fólkið sá egnan veruleika og tey úrslit, sum danir vóru komnir til við at kanna frágreiðingarnar ymsastaðni úr landinum. Eitt nú søgdu flestu íbúgvarnir í upernavikøkinum – 225 av 300 – seg vera veiðifólk. Men nevndin bar teirra fatan saman við hagtøl sum vístu minkandi veiðu fyri hvønn íbúgva og gjørdi ta niðurstøðu, at fólkið als ikki kundi nevna seg veiðifólk við so lítlari miðalveiðu. “Henda uppsetingin vísir greitt, at vinnuviðurskiftini í Upernavik als ikki eru nøktandi,” skrivaði nevndin og mælti til at flyta alt fólki í Upernavik til eitt annað øki, har tey kundu geva sítt íkast í fiskiídnaðin. “Sum frá líður verur ikki nøktandi hjá einum veiðimanni at byggja sína tilveru á so vánaliga veiðu, sum hesa,” helt nevndin.
Yvirskipað mælti álitið til tvey grundleggjandi uppskot, sum skuldu “lætta um og fremja skiftið frá gamla grønlendska veiði- og fiskimannasamfelagið.” Fyrst av øllum skuldi útbúgvingarskipanin broytast, so grønlendingarnir mentanarliga kundu koma á hædd við danirnar, varð sagt. Til tess at tryggja javnrættindi millum bæði fólkini skuldu inuittarnir “alast upp” til danska mentan. Sostatt var ætlanin at grønlendingarnir skuldu læra at vera danir - ikki um at sameina tvær ymiskar mentanir í einum nýggjum, felagsøki. Síðan skuldi einkarætturin til grønlendska handilin takast av, sum danskt vinnulív kundi fáa gagn av at gera íløgur í landinum. Sambært nevndarálitið var endamálið at bøta um tilveruna í hjálandinum við privatum íløgum og framleiðslu, serliga í fiskivinnuni. Tí var neyðugt, at fólkið varð miðsavnað í størri býir, har gongd kundi fáast á ídnaðin, og tí mátti ein partur av fólkinum flytast.
Nevndin var sannførd um, at spjadda og fjarlagda búsetingin var orsøkin til, at grønlendingarnir vóru “so lítið framkomnir”. Í gomlum døgum vóru hesi óbygdu øki neyðug, skrivaði nevndin, tí kópaveiða var høvuðsvinnan. Men nú var ikki longur neyðugt at liva soleiðis, tí kópaveiðan loysti seg ikki. “Spjadda búsetingin er ikki neyðugt fyri at reka fiskivinnu, tvørturímóti,” var skrivað í álitinum. “Grønlendska samfelagið er tí noytt at laga seg til nýggj samfelagsviðurskifti við sermentum vinnum, tøkniligum hjálpartólum, arbeiðsbýti og peningabúskapi. Tí ber ikki til at liva sum fyrr.”
Nevndin vildi, uttan beinleiðis at vísa til keldur, vera við, at “fólkið yvirhøvur tráaði eftir mentanarligari uppbygging”. Men eitt nú í Augpilagtok tóktist fólkið rættiliga lítið hugað fyri nútíðargerð. Nevndin gjørdi vart við, at donsku myndugleikarnir høvdu veitt bygdini ein bát við motori “so lættari var hjá fiskimonnunum at koma á fiskileið, men fiskimenninir hava ikki víst neyðuga áhugan fyri honum.”
Og tað var ikki bara í Augpilagtok, at illvilji var ímóti nútíðargerðini. “Fjøldin av fólkinum – av lyndinum at halla seg til tað kenda og óttanum fyri tí ókenda - dámar illa at flyta,” skrivaði nevndin í frágreiðingini. Sostatt ger hon mun á einum “meira framskygdum parti av grønlendska fólkinum,” sum skilti fyrimunin við eini skjótari framgongd, og “fólki, sum heingir seg í gamla grønlendska yrkið og ikki vil flyta heiman, heldur ikki um lívskorini har eru vánalig.”
Men frágreiðingin var tvítýdd tá ið ráddi um at noyða siðbundnu grønlendingarnar inn í størru býirnar. Fyrst skrivaði nevndin, “at flyta fólkið haðan ikki er búgvandi, má bera til, sjálvt um tey ikki vilja.” Stutt niðanfyri skrivaði hon hátíðarliga, “at noyða fólkið at flyta ella at geva teimum kravboð, kemur ikki upp á tal, tí tað stríðir bæði ímóti teimum frælsu og fólkaræðisligu grundsjónarmiðum, sum danska samfelagið byggir á.”