At fara eftur sjómanninum er botnurin

Tað sær út sum um at samgongan heldur vil bróta niður enn at byggja upp

Einar M. Hammer
10. november 2023 kl. 10:00

Tað verður ofta nevnt at føringar sigla uttanlands tí tað er nógv meir at forvinna og betri sømdir.

Tað er bara partvíst rætt, vit eru nógvir í tali, og tað er slett ikki kjansur til allar her heima.

Skipið sum eg var við, bleiv selt í vár, síðan havi eg verið avloysari við tveimum skipum, og have roynt at fáa kjans heima hetta hálva árið, og tað vísir seg at vera hopleyst, nú havi eg so fingið kjans aftur í Norra.

Eisini verður sagt at vit mangla arbeiðskraft í Føroyum tí so nógvir føroyingar arbeiða uttanlands, hvat skuldu vit sjómenn gjørt her heima a landi, arbeitt sum tænarir, ella bora tunnlar.

Hugsi tað má vera betri at koma í landskassan við einum feitum skattaneva úr útlandinum, limirnar í felagnum, Føroyskir fiskimenn uttanlands, FFU, eru fult skattskyldigur í Føroyum.

Tað er ein gyltur møguleiki sum føroyingar hava at kunna arbeiða uttanlands, og tað, at vit eru eftirspurdir. Lati serskattaskipanirnar fáa frið, um tit skulu pilla við, so ger tað enn betri, og eggi fleiri at arbeiða uttanlanda.

Hvørji arbeiðir tíma føroyingar, hvussu nógv arbeiða í almennum størvum, umsitingum, kanningarnevndum, granskarar, kantórfólk og gud viti hvat alt eitur, havi hoyrt ein politikkara nevna okkurt um tað.

Um vit samabera Føroyar við ein kappróðrarbát, har bert helvtin rør, ja so gongur ikki skjótt, og vit koma ikki langt, hví ger man ikki betri sømdir fyri tey meira skitnu arbeiðini, um vit kunnu kalla tey so.

Í mínum eygum sær tað út sum hendan samgongan roynir at niðurbróta tað sum gongur væl, man hittur eisini nógv ónøgd folk á gøtuni.

At fara eftir sjómannafrádráttinum, er sera lágt, tað er botnurin, taka vit sjómannin heima, er tað einasti fyrimunar teir hava, og teir skulu hava hann, tað er súrt arbeiði at buldrast á føroyagrunnunum á vetrardegi.

Hækki hann til 15% av 600.000 krónur, tað hevði verið ein góður startur.

Samdøgursfrádrátturin kom orsakað av meirútreiðslum við at ferðast og húsast í uttanlandsarbeiði, hondverkarnir fingu, men fiskimaðurin fekk ikki, tá bleiv felagið, FFU, stovnað, og vunnu teir tað sakina, so allir fiskimenn uttanlands fingu 300 krónur um dagin.

Fleiri hava nevnt at vit ikki hava rætt til hendan frádrátt tí vit einki gjalda sjálvir, tað er als ikki rætt, ferðirnar fara av óbýttum, og øll manningin luttekur, og so kemur so sum ferja, hýruvognur, bussur, matur, og annað. Afturat, og ofta noyðist man at gista eisini.

Øll árini eg havi siglt í Norra, hevur man kunnað valt um man vildi gjalda norska trygd ella ikki.

Øll tey fyrstu árini kundi man ikki draga hana frá skattinum heima, so tað bleiv sum ein eyka skattur, hon er í dag 8,2%, so tað er nógvur peningur.

So fyri nøkrum árum síðan bleiv tann lógin broytt, minnist tó ikki árstal, og tað er sera gott tí tá kundi man draga frá og byrja at gjalda.

Gjaldir man til norsk folketrygd, er man so nógv betri stillaður um man gerst sjúkur ella skaddur, og tí vilja vit sjálvandi tað.

Tað verður sagt at frádrátturin skal burtur tí tað ikki er loyvt at gjalda sosiala trygd í tveimum londum, men tað er stórur munur á upphæddini at gjalda heilsutrygd + samhaldsfast í mun til norsk folketrygd sum er 8,2%.

Havi ikki drúgva skúlagongd, tað bókliga havi eg ongantíð tímað, ein grund til at mann er fiskimaður, men tá tað koyrir sovorið herferð ímóti sjómonnum, kann eg ikki bara lata tað fara framm við.

 

Einar M Hammer,

Formaður í FFU