Gleð teg til eina spennandi sýning við listakvinnuni Astri Luihn. Til sýningina eru nýggj verk, ið verða til sølu. Eisini eru onkur eldri verk við, ið vísa á kontinuitet, umframt at fagna, at listakvinnan júst er vorðin 75 ára gomul. Astri fegnast um lívið, og at hon í meira enn 50 ár hevur livað í Føroyum.
Soleiðis skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi, nú Asteri Luihn fer at sýna síni verk fram í Glyvra kirkju.
Fernisering verður 21. apríl klokkan 16, og Dagmar Malena Winter, fyribilssettur stjóri í Listasavn Føroya, letur framsýninga upp. Kórið, Silvitni, framførir.
Astri Luihn er fødd í Oslo í 1949, har hon eisini er uppvaksin. Í 1970unum flutti hon saman við manni sínum til Føroya. Astri er málari og grafikari, og arbeiðir bæði figurativt og abstrakt.
Hon hevur lisið tónleik og fólkalívsfrøði, og arbeiddi sum tónleikagranskari á lærda háskúlanum í Tróndheim. Hon gjørdi m.a. upptøkur av føroyskum dansi, og skrivaði stóra ritgerð og greinar um kvæðamentan. Tá hon fylti 40 ár tók myndlistin yvir.
Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni.
Verk eftir Astri eru at síggja í bæði almennum og privatum søvnum í Norðurlondum, Evropa og Japan, umframt at hon hevur sýnt fram í Norðurlondum, Evropa, USA og Japan. Harafturat hevur hon myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.