AstraZeneca: - Okkara koppingarevni ikki so úrslitagott sum higartil upplýst

Koppingarevnið móti koronavirusinum hjá AstraZeneca er ikki heilt so úrslitagott, sum felagið áður hevur upplýst

Sigurjón Einarsson
25. mars 2021 kl. 09:56

Covid-19 koppingarevnið frá AstraZeneca er knapt so gott sum higartil upplýst. Tað kunngerð AstraZeneca, sambært Reuters og vísir á dagførdar kanningarúrslit.

Nú boðar felagið frá, at teirra koppingarevni hevur ein virknað á 76 prosent. Áður hevur AstraZeneca boða frá, at koppingarevnið hevði ein virknað á 79 prosent.

Tað skrivar heimasíðan hjá DR.

Amerikanskir heilsumyndugleikar átalaðu fyrr í vikuni AstraZeneca fyri at hava brúkt “aveldar upplýsingar”, har niðurstøðan var, at koppingarevnið hevði ein virknað á 79 prosent, og tað hevur felagið tikið til eftirtektar og hevur boðað frá dagførdu kanningarúrslitunum.