Asta úr Sandavági er nummar fýra í øllum Norðurlondum

Venjarin er sera væl nøgdur við úrslitið

Áki Bertholdsen
12. november 2023 kl. 17:34

Nú um vikuskiftið var Asta Egilstoft Nielsen í Sandavági við í kappingini um norðurlendska meistaraheitið fyri unglinar. Asta hevur vant í eitt gott eitt ár til hesa kappingina og tað eydnaðist at fáa eitt fjórðapláss.

Asta er fyrsta føroyska kvinnan, sum er við í kappingini, sum var var í Rovaniemi, Finnlandi í gjár.

Asta lyftir í -59 kilo vektbólkinum. Hon lyfti heili 57 kilo í trekk og 71 kilo í vend og stoyt. Hetta gav henni 128 kilo tilsamans, og eitt sera flott 4 pláss, sigur felagið fyri vektlyftarar, Stoyt.

Venjarin hjá Astu, Pól Hendrikur Andreasen er sera væl nøgdur vuð úrslitið eftir sum  tað ikki eru tvey ár síðani at hon fór at lyfta vektir.
Stoyt sigur, at venjarin er eisini sannførdur um, at Pól verða fleiri, sum fara at fylgja henni eftir. Tað norðurlendska meistaraheitið verður hildið í Keypmannahavn í næsta ár og endamálið er at føroyingar eisini skulu vera við tá.