Associated Press: Champions League-finalan verður flutt úr Russlandi
Champions League-finalan verður, sambært AP, flutt úr Gazprom Arena í Sankta Pætursborg
Sigurjón Einarsson
24. februar 2022 kl. 14:12
ES hevur biðið UEFA um leggja nýggjar ætlanir fyri ársins Champions League-finalu, sum annars stendur á skrá at verða spæld í Sankta Pætursborg í Russlandi tann 28. mai.
UEFA hevur boðað frá, at evropeiska fótbóltssamgongan fer at hava fund um kritisku støðuna í Ukraina.
Men longu nú boðar Associated Press (AP) frá, at UEFA hevur gjørt av at flyta ársins Champions League-finala verður flutt burtur frá Gazprom Arena í Sankta Pætursborg.
Nógvir politiskir bólkar hava heitt á UEFA um at flyta dystin úr Russlandi, og í gjár heitti bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, eisini á evropeisku fótbóltssamgonguna um at flyta finaluna.