Áslakur og VK Vestsjælland taptu fjórðingsfinalunar
Í kvøld dystaðust Áslakur Holm og lið hansara VK Vestsjællandi í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Ikast KFUM í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn
Ragnar Sjúrðarson
16. mars 2023 kl. 20:08
Fyri nøkrum døgum síðani tapti VK Vestsjælland fyrru fjórðingsfinaluna í Ikast 3-0. Tí høvdu Áslakur og liðfelagið hansara frá Vestsjællandi fyri neyðini at vinna fyri á tann hátt at vinna sær rættin til eina nýggja og avgerðandi fjórðingsfinalu.
Tað eydnaðist ikki. Ikast KFUM vann rættuliga sannførandi 3-0 við settúrslitunum: 25-21, 25-16, 25-19.
Harvið eru Áslakur og Vestsjælland úti av stríðnum um danska meistaraheitið og hava nú bert nakrar dystir eftir fyri at avgerða endaligu plaseringina í donsku kappingini.