Áslakur Holm á vikuliðið í Danmark

Í síðstu viku og um vikuskifti blivu seinastu dystirnir í grundspælinum bestu donsku flogbóltsdeildini leiktir

Redaktiónin
6. mars 2023 kl. 08:48

Liðið hjá Áslaki Holm, VK Vestsjælland, tapti 3–1 á útivølli móti meistarunum frá Middelfart og endaðu grundspælið sum nr. 6. 
Eftir at síðsta umfarð varð leikt, bleiv Áslakur valdur á vikuliðið - dream team - fyri bestu donsku deildina. Hetta er aðru fer hetta kappingarárið, at Áslakur verður valdur á vikuliðið, sum hevari.

Í endaspælinum skal VK Vestsjælland í fyrstu syftu leika fjórðingsfinalu ímóti Ikast, sum endaðu sum nr. 3 í deildini. Dystirnir verða hin 12. mars og 16. mars. Fyrsti dysturin verður á útivølli í Ikast. Um neyðugt skal ein triðji dystur leikast á útivølli móti Ikast hin 18. mars. Vinna Áslakur og VK Vestsjælland seg víðari úr fjórðingsfinalunum fara teir víðari til semifinalurnar. Um ikki, verða dystir um endaliga plasering í deildini.