Fyrr í vikuni var greitt, at Alexia Putellas, ið spælir fyri FC Barcelona og Spania, og pólski framherjin í FC Bayern Munchen, Robert Lewandowski, vóru heimsins bestu fótbóltsspælarar í 2021.
Tað eru liðskiparar á A-landsliðunum, landsliðsvenjarar og eitt fjølmiðlaumboð úr hvørjum landi, ið atkvøða.
Ásla Johannesen, ið er liðskipari hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, valdi Alexia Putellas sum nummar eitt, Magdalena Eriksson sum nummar tvey, og Pernille Harder sum nummar trý.
Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Lene Bjerning Terp hevði eisini Alexia Putellas á fyrsta plássi, Pernille Harder var nummar tvey, meðan Aitana Bonmati, ið er liðfelagi hjá Putellas í FC Barcelona og á spanska landsliðnum, var nummar trý.
Á atkvøðuseðilinum hjá Halli Hansson stóð franski miðvallarin í Chelsea, N’Golo Kanté sum nummar eitt, meðan Kylian Mbappe og Cristiano Ronaldo vóru nummar tvey og trý.
Håkan Ericson atkvøddi fyri Mohammed Salah sum nummar eitt, Robert Lewandowski nummar tvey, og Erling Haaland var á triðja plássi.
Fjølmiðlaumboðið hjá Føroyum til The Best FIFA Football Awards er Símun Christian Olsen úr Kringvarpi Føroya. Eisini hann hevði Alexia Putellas á fyrsta plássi hjá kvinnum, meðan Lionel Messi var, sambært Símuni Christian, heimsins besti fótbóltsspælari hjá monnum í 2021.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo