Tað er serligur dagur og dystur fyri tveir av spælarunum, tá ið kvinnulandsliðið í dag fer at spæla ímóti Andorra.
Talan er um Áslu Johannesen og Eyðvør Klakstein. Í dag fara tær at umboða føðilandið fyri 50. ferð á A-landsliðnum.
Fótbóltsuppalingina fingu tær á vøllinum í Klaksvík, og í fleiri ár spældu tær saman, áðrenn Ásla Johannesen í 2013 flutti til Havnar og umboðaði B36 og AB, áðrenn hon í 2017 flutti av landinum.
Ásla er fødd 9. mai í 1996. Hon var fyrstu ferð á landsliðnum 8. apríl í 2014, tá ið EM undankappingardystur á heimavølli ímóti Bosnia-Hersegovina endaði 1-1. Føroyskur málskjútti ta ferðina var Eyðvør Klakstein. Á landsliðnum hevur Ásla í 49 dystum skorað trý mál.
Í føroysku kappingini hevur Ásla spælt 91 landskappingardystir og skorað 33 mál.
Í Danmark umboðaði hon FC Nordsjælland og AGF, sum bæði vóru í bestu deildini. Nú spælir hon við Piteå í Svøríki.
Eyðvør er fødd 5. september í 1995. Tað eru skjótt 12 ár síðani, at hon sum 17 ára gomul fyrstu ferð var á landsliðnum. Tað var sambært FaroeSoccer 28. november í 2012 í vinadysti ímóti Luksemborg á útivølli. Føroyar vunnu 6-0, og Eyðvør varð skift inn, tá ið ein tími var farin. Merkisvert var tað, at Eyðvør tá varð liðfelagi hjá mammuni Báru Skaale.
Eyðvør spældi í trý ár í sponskum fótbólti, og nú er hon aftur í KÍ, har hon hevur spælt 198 landskappingardystir og skorað 83 mál, veit FaroeSoccer at siga. Á landsliðnum hevur hon í 49 landsdystum skorað fýra mál.
FaroeSoccer veit at siga, at tað eru tríggir spælarar, sum higartil hava rokkið 50 landsdystum. Tær eru 35 ára gamla Heidi Sevdal, sum í kvøld verður fyri 85. ferð á landsliðnum, og sum setir met hvørja ferð hon umboðar Føroyar, og Olga Kristina Hansen, sum hevur spælt 68 landsdystir og Rannvá B. Andreasen, sum hevur spælt 55 landsdystir.
kelda: faroesoccer.fo