Leyton Orient hevur gjørt skjótt av, eftir at felagið hevur funnið útav, at eitt viðhaldsfólk hjá lítla London-liðnum hevur skrivað hatsk og rasistisk tweeterboð eftir EM-finaluna sunnukvøldið, og hevur útihýst viðhaldsfólki fyri lívstíð.
Fótbóltsfelagið, ið hoyrir heima í fjórðbestu deildini í Onglandi, kunngerð, at viðkomandi viðhaldsmaður fær peningin aftur fyri sítt árskort, men er ongantíð aftur vælkomin á stadion, skrivar Ritzau.
– Sum felag hava vit gjørt tað týðiliga klárt, at vit hava eina null toleransu yvirfyri rasistiskari mismuni, skrivar Leyton Orient millum annað í einari fráboðan.
Tað eru serliga teir tríggir ensku leikararnir, ið brendu síni brotsspørk, sum nógvar rasistiskar dagføringar hava verið skrivað um á Twitter. Teir tríggir eru Marcus Rashford, Jadon Sancho og Bukayo Saka.