Ásgeir Trausti kemur nú aftur til Føroya

Íslendski tónlistamaðurin fer at hava tríggjar konsertir í Føroyum í mai og juni

Fríðmundur Nattestad
25. apríl 2024 kl. 15:00

- Vit kenna hann, vit elska hann og heilt skjótt fáa vit vitjan av honum. Ein hin mest týðandi tónlistarmaðurin í Norðanlondum seinastu 12 árini, íslendski Ásgeir Trausti, kemur at spæla konsertir í Føroyum. Hettar er komið í lag eftir ynski frá Ásgeiri sjálvum, sum tvær ferðir áður hevur vitjað her, tá hann hevur spælt á G! Festivalinum. Hesin túrurin er skipaður í felag av Tónleikasamtakinum Grót, Norðurlandahúsinum og Listastovuni.

Soleiðis skrivar fyriskipararnir í tíðindaskrivi.

Fyrsta plátan frá Ásgeir Trausti, Dýrð í dauðaþögn, er hin mest selda plátan í Íslandi nakrantíð.

Konsertirnar verða hesar dagarnar:

  • Tøting í Syðrugøtu: 31. mai

  • Norðurlandahúsið í Havn: 1. juni

  • Listastovan í Miðvági: 2. juni

Atgongumerki til konsertirnar í Tøting og í Listastovuni fáast á Atgongumerki.fo, meðan atgongumerkir til konsertina í Norðurlandahúsinum, fáast umvegis heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum nlh.fo.