Aserbadjan vísti seg at vera ov stórur biti

Nations League kvinnur: Sunniva Willemoes skoraði føroyska málið í 2-1 tapi í Klaksvík

Jóannes Hansen
27. oktober 2023 kl. 16:07

Tað varð vónað og væntað, at tað í dag fór at eydnast. Eftir tvey tap í hesi Nations League kappingini áttu føroysku kvinnurnar í dag heimavøll í Klaksvík, har líkindini at spæla vóru góð.

Í tveimum teimum fyrstu dystunum taptu Føroyar 1-0 á heimavølli ímóti Montenegro og so 1-0 á útivølli ímóti Kýpros.

Í dag eydnaðist tað fyri fyrstu ferð í hesi Nations League kappingini føroysku kvinnunum at skora mál.

Tað var miðvallarin Sunniva Willemoes, sum við høvdinum sendi bóltin í handara síðunetið, eftir at vongverjin í vinstru Tórunn Højgaard Joensen við hornasparki legði inn fyri úr høgru.

Tá restaðu tað sjey minuttir, og málið kendist bera við sær, at mót av nýggjum varð sett í føroysku spælararnar. Tær spentu álopsbogan, og tær høvdu onkrar góðar royndir ímóti málinum hjá Aserbadjan, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið. Heilt stóra møguleikan fekk miðvallarin Eyðvør Klakstein, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Bólturin støkk til Eyðvør, sum royndi at lyfta hann upp um málverjan, men tað miseydnaðist, og so endaði tað við 2-1 sigri til Aserbadjan.

Fyrra málið skoraði Kristina Bakarandze við beinleiðis frísparki. Tá var hálvur tími farin, og fimm minuttir eftir steðgin økti Mana Mollayeva eftir hornaspark úr vinstru.

Føroysku kvinnurnar iðra seg. Tær løgdu bragdliga fyri, og fyrstu lítlu løtuna høvdu bæði Jensa Tórolvsdóttir og Heidi Sevdal góðar royndir, men bólturin fór framvið málinum. Lítla løtu eftir steðgin royndi Heidi Sevdal seg við skoti úr góðari støðu, men bólturin fór omanfyri málið.

So var tað, at Aserbadjan var omaná og skoraði tvey mál, áðrenn heimaliðið minkaði um munin og royndi at javna, men tað miseydnaðist.

Týsdagin eiga Føroyar aftur heimavøll. Tá verður Kýpros mótstøðuliðið á Tórsvølli.

 

Føroyar – Aserbadjan (0-1)

0-1: Kristina Bakarandze 30.

0-2: Mana Mollayeva 50.

1-2: Sunniva Willemoes 83.

Dómarakvartett úr Litava: Jelena Jermolajeva, Līga Didriķe, Diana Vanaga og Darja Voitehoviča

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen, Birita Ryan, Sara Lamhauge, Tórunn Højgaard Joensen – Heidi Sevdal(Tóra Mohr, 79.), Sunniva Willemoes, Eyðvør Klakstein– Jensa Tórolvsdóttir (Mona Rasmusdóttir, 79.), Malena Olsen (Rebekka Benkaoura, 61.), Rúna Jacobsen (Frederikka Clementsen, 61.)