Tað verður heilt serstøk løta fyri 17 ára gomlu Ásu Bárðardóttir, tá ólavsøkan verður sett í ár. Ása Bárðardóttir fer at ríða á odda og vera flaggberi í ólavsøkuskrúðgonguni. Orsøkin er, at hon í fjør vann FM í tvíspor vaksin í kappríðing. Siður hevur seinastu árini verið, at FM vinnarin fær í boði at ríða fremst á ólavsøku árið eftir. Um FM vinnarin ikki tekur av, so er tað nevndin í Føroya Ríðingarfelag sum heitir á annað reiðfólk um at bera flaggið.
Ása Bárðardóttir hevur riðið frá tí hon var heilt lítil og hevur fleiri ferðir vunnið FM í Tvíspor ung. Í fjør var fyrsta árið hon kappaðist millum tey vaksnu, og tá gjørdi hon bart og vann FM heitið bara 16 ára gomul. Tá hon ríðir kapp er tað á sínari egnu ryssu Sílfu, men í skrúðgonguni fer hon at ríða á Stráki, sum familjan eigur.
Skrúðgongan er gamla ólavsøkusiður ið byrjaði longu í 1942. Reiðfólkini tóku stig til hana og vóru í byrjani einasti ítróttarfólkini í skrúðgonguni, men so líðandi eru fleiri og fleiri ítróttargreinar komnar við. Fyri nøkrum árum síðani komu so eisini býráðspolitikkarar við í skrúðgonguna. Enn eiga rossini tó heiðurspláss í skrúðgonguni og eisini søguliga plássið at standa á Tinghúsvegnum framvið garðinum hjá Jacob Lútzen og Anton Degn, júst sum tey hava gjørt í væl yvir hálva øld.