Fleiri dystir í ensku steypakappingini, FA Cup, vóru á skránni í gjárkvøldið. Millum annað vann Liverpool vann ein tryggan 3-0 sigur á Southampton á heimavølli.
Manchester United var á vitjan hjá Nottingham Forest, og har sá tað leingi út til, at dysturin fór at enda í longdari leiktíð. Eftir 89 minuttir fekk United tó hol á, tá Casemiro stútaði bóltin í málið til 1-0, eftir fríspark frá Bruno Fernandes.
Átta lið eru nú eftir í kappingini, og eftir lutakastið í gjár er tað greitt, at Manchester United og Liverpool bresta saman á Old Trafford, í einari av teimum fýra fjóringsfinalunum. Dysturin verður leiktur antin 16. ella 17. mars.
Bara tríggjar vikur seinni - 7. apríl - møtast liðini aftur á Old Trafford. Tá er dystur í Premier League á skránni.