Árstalsfelagið gjørdi einki við meistararnar

KÍ vann trivaligan sigur ímóti B36 í dystinum um triðja plássið í VFF Cup

Luc Kassi er nýggjur á KÍ miðvøllinum, og í dag skoraði hann tvey mál
Jóannes Hansen
11. februar 2023 kl. 16:25

Tað var stórur munur á – heilt stórur munur – tá ið KÍ og B36 hittust á Tórsvølli í dag. Hetta var dysturin um triðja plássið í VFF Cup, og úrslitið sigur, at talan var um stóran mun á liðnum, sum í fjør vann FM og á liðnum, sum endaði á fjórða plássi.

KÍ vann 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen setti hol á eftir stórar tíggju minuttir, og ein lítil hálvur tími var farin, tá ið nýggi miðvallarin Luci Kassi økti til 2-0.

Luci Kassi var sera eyðsýndur á miðvøllinum, har samanspælið millum hann og Jákup B. Andreasen riggaði væl, og tað var hann, sum heilt tók spenningin burtur, tá ið hann tríggjar minuttir eftir steðgin økti um KÍ leiðsluna til 3-0 og harvið tvarð tvímálaskjútti.. Smáar 20 minuttir undan leikloki varð 4-0 KÍ sigurin staðfestur, tá ið Árni Frederiksberg skoraði.

KÍ – B36 4-0 (2-0)

1-0: Jákup B. Andreasen

2-0: Luc Kassi

3-0: Luc Kassi

4-0: Árni Frederiksberg

 

KÍ: Markus O. Pettersen – Símun Kalsø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Jákup B. Andreasen, Luc Kassi, Mads Bo Mikkelsen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, René S. Joensen