Tað er ikki bert í Føroyum, at ársins orð verður valt í hesum døgum. Í hesari vikuni hava bæði norðmenn og danir valt síni ársins orð, og tað er rættiliga ymiskt, hvørji orð eru vald.
Í donsku útgávuni av Málteiginum, sum eitur “Klog på sprog”, bleiv ársins orð í Danmark kunngjørt í dag.
Ársins orð er Kyiv – tað vil siga navnið á høvuðsstaðnum í Ukraina – soleiðis sum ukrianar stava sín høvuðsstað, heldur enn tann russiska mátan at stava høvuðsstaðin, sum bæði er Kijev ella Kiev.
– Tað, ið hendi í endanum av februar, var so mikið skakandi, og er eisini orsøkin til, at vit nú hava eina orkukreppu, sigur Thomas Hestbæk Andersen, sum er partur av dómsnevndini, í útvarpssendingini.
Longu dagin eftir russisku innrásina í Ukraina, tann 25. februar, kom danska málnevndin við einari vegleiðing um umskriving frá ukrainskum til danskt. Tá bleiv sagt, at tað var meira passandi at skriva Kyjiv, men “at Kyiv er meira útbreitt í altjóða høpi”.
Stutt eftir broyttu fleiri danskir miðlar og eisini danska uttanríkismálaráðið stavingarháttin til Kyiv.
Norðmenn blandað tvey orð saman
Í hesari vikuni hava eisini norðmenn valt ársins orð í Norra, og har bleiv “krympflasjon” ársins orð. Hetta er ein samanskriving av tódna og inflasjón.
Tað er norska málráðið, sum valdi ársins orð.
– Krympflasjon (tódnuflasjón, vánalig føroysk umseting, red.) verður brúkt, tá ið innihaldið í ella støddin á einari vøru verður minni, meðan prísurin stendur í stað ella veksur. Hetta er ein máti at krógva eina príshækkan, skrivar norska málráðið um ársins orð.