Ongi úrslit

Ársins miðlaheiðursløn til Marnar Fríðheim Kristiansen

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og phd-lesandi, hevur júst fingið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum

Sigurjón Einarsson
24. sepember 2021 kl. 16:57

Eingin ivi var hjá dómsnevndini: Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og phd-lesandi hevur uppiborið miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum 2021.

Heiðurin varð latin honum nú seinnapartin í Kongshøll, har vísindavøka hevur verið í allan dag.

Ingi Højsted, dekanur á Setrinum, sat í dómsnevndini saman við Jón Brian Hvidtfeldt, formanni í Føroyskum Miðlafólki og Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum.

Jón Brian Hvidfeldt nevndi serkunnleika í síni grundgeving fyri at geva Marnar Fríðheim Kristiansen heiðurslønina.

Marnar Fríðheim Kristiansen hevur ikki bara gjørt stóran mun í stríðnum móti koronusmittuni, hann hevur eisini gávumilt greitt almenninginum frá og svara ivamálum viðvíkjandi koronusmittuni, umframt at hann hevur granskað sjálvur á økinum. Eisini hevur hann sakliga greitt frá um fakta og falskunning um koppseting, segði Jón Brian millum annað í grundgevingini fyri at geva Marnar Fríðheim viðurslønina.

Á vísindavøkuni, sum hevur verið í allan dag í Kongshøll, varð ein annar granskari heiðraður.

Granskarar høvdu eina snarrøðukapping, har tey í 150 sekund skuldu greiða frá síni gransking.

Domsnevndin metti snarrøðuna hjá Helma Mariu Tróndheim at vera ta bestu.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Í gjár kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

Í gjár kl. 16:46

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

20 tímar síðan

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00