Ársins mentanaravrik í Sunda kommunu

Freistin at skjóta upp fólk ella feløg til heiðurslønina "Ársins mentanaravrik", í Sunda kommunu, er í dag

Guðrun í Jákupsstovu
28. august 2017 kl. 11:15

Sunda kommunu hevur í nøkur ár givið út heiðurslønina "ársins mentanaravrik". Heiðurslønin kann vera givin einum einstøkum persóni ella felagsskapi, sum hevur framt okkurt serligt mentanaravrik í kommununi.

Fyri at fáa so nógv uppskot inn sum gjørligt, heitir kommunan tískil á einstaklingar, at senda inn uppskot til hvør skal vinna, og grundgeva fyri hví. Tey ið senda inn, kunnu vera dulnevnd um tey ynskja tað. 

Freistin at senda uppskot inn er í dag. Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo. Nevndin tekur síðani støðu til innkomnu uppskotini.

Heiðurslønin verður handað á mentanardøgunum í Sunda kommunu, á setanarkvøldinum, tann 14. september, klokkan 19.