Ársins filmur í Filmsfelagnum mikudagin

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja stórfilmin hjá Martin Scorsese ”Killers of the Flower Moon”.

Ragnar Sjúrðarson
18. oktober 2023 kl. 22:58

Hesin nógv umrøddi western filmurin hjá amerikanska meistaranum Scorsese (f.1942), fer fram í 1920’unum, tá vit hoyra um indiánarabólkin Osage, har fleiri ættarfólk verða myrd á gátuføran hátt.

FBI fer at kanna hendingarnar, sum fara fram í oljulendi í Oklahoma, har eisini hin 29 ára gamli J. Edgar Hoover er við í kanningararbeiðnum.

Samnevnda søgan, sum David Grann skrivaði, og filmurin byggir á, kom út í 2017. Millum leikararnar eru so kend nøvn sum Leonardo DiCaprio og Robert De Niro.

Robbie Robertson frá The Band skrivaði tónleikin beint fyri hann doyði.

Yndisummælarin hjá Filmsfelagnum, Peter Bradshaw sigur í The Guardian, at filmurin er: “an epic of creeping, existential horror about the birth of the American century, a macabre tale of quasi-genocidal serial killings”.