Arsenal tekur dystin upp við Chelsea um enskan stórspælara

Arsenal er til reiðar at keypa enskan landsliðsleikara fyri meira enn 650 milliónir krónur

Ragnar Sjúrðarson
17. januar 2023 kl. 13:24

Talan er um West Ham miðvallaran, Declan Rice, ið leingi hevur verið í eygsjón hjá hinum London felagnum Chelsea.

West Ham hevur fleiri ferðir boðað frá, at enski landsliðsleikarin kostar meira enn 650 milliónir krónur, og nú Arsenal hevur meldað seg í dystin um Rice, er sannlíkt at prísurin verður enn hægri.

Sambært The Times er Declan Rice nú fyrsti prioriteturin hjá Arsenal, tá talan er um leikarar at keypa í flytingarglugganum í summar.

West Ham sær út til at standa í eini truplari samráðingarstøðu tí Rice ikki ynskir at leingja sáttmálan, ið gongur út í 2024.

Kostnaðurin fyri Rice fer tó sannlíkt frammhaldandi at verða hægri enn 650 milliónir krónur. Hetta tykist tó ikki at styggja Arsenal burt, tí Mikel Arteta hevur sagt, at sentrali miðvøllurin skal styrkjast.

Manchester United hevur áður havt áhuga í Rice, men nú hevur liðið fingið Casemiro inn á plássið frammanfyri miðverjuna og tørvurin á Rice er ikki eins stórur longur.

Nú fer tíðin at vísa, um Arsenal megnar at vinna á Chelsea tá tað kemur til Declan Rice, ella um hann endar í Chelsea, eins og Mykhaylo Mudryk.